Skip to main content Skip to footer

Ert tú til klassiskt, rútmiskt ella framleiðslu?

Sum næmingur á Musikkskúla Miðnám skalt tú velja millum okkara tríggjar linjur. Les meira um innihaldið á teimum einstøku deildunum á hesi síðu.

Klassisk deild

Á klassisku deildini er høvuðsgreinin antin eitt ljóðføri ella klassiskur sangur. Hendan útbúgvingarleiðin hóskar serliga væl til tín, sum droymir um at spæla í einum symfoniorkestri, gerast solistur ella okkurt líknandi.

Tónleikurin, ið vit arbeiða við á klassisku deilduni, er vanliga skrivaður niður og verður tulkaður gjøgnum nótar.

Lorem ipsum dolor sit amet,
consectetur adipiscing elit.

Lorem ipsum dolor sit amet

Rútmisk deild

Á rútmisku deildini á Musikkskúla Miðnámi er høvuðsgreinin antin eitt ljóðføri ella rútmiskur sangur. Hendan deildin er fyri teg, sum droymir um at standa á stóru pallunum sum sangari, í rokk-, popp-, ella jazzbólkum, 

Tónleikurin, ið arbeitt verður við í rútmisku deildini, kann bæði verða niðurskrivaður tónleikur, avlurtaður, sjálvskrivaður tónleikur ella ófyrireikað framførsla (improvisatión)

Lorem ipsum dolor sit amet,
consectetur adipiscing elit.

Lorem ipsum dolor sit amet

Framleiðslu deild

Á framleiðsludeildini eru hesar høvuðslærugreinar: sangskriving, elektroniskur tónleikur og tónleikaframleiðsla. Framleiðslulinjan er ætlað teimum, ið hava áhuga í kompositión, sangskriving og framleiðslu.

Høvuðsgreinin á framleiðslulinjuni er sostatt ikki eitt ljóðføri, men heldur rútmisk sangskriving, kompositión ella elektroniskur tónleikur. Vit leggja dent á tekstskriving, kompositión, arrangement, upptøkur og framleiðslu, bæði elektroniskt og analogt.

Vit savna okkum um skapanarhug og vísa veg til fleiri møguleikar og menning í síni heild. Í frálæruni fara vit ígjøgnum títt egna tilfar og eina røð av øðrum spennandi uppgávum, sum viðvirka til at menna og styrkja tínar førleikar.

Um sangskriving er títt høvuðsfak, fert tú millum annað at menna tíni kompositorisku evni og fáa hættir og sparring til at betra um tína tekstskriving.

Er kompositión títt høvuðsfak, fert tú millum annað at menna tínar melodir, harmoniir, arrangement og styrkja tíni persónligu eyðkenni í tónleikinum.

Um elektroniskur tónleikur er títt høvuðsfak, lærir tú til dømis um viðkomandi forrit, tónleikatøkni og upptøkutøkni, bæði í studio og live.