Skip to main content Skip to footer

Frálærutilboð

Rútmubólkur - Slagverk


Tórshavnar Musikkskúli bjóðar næmingum á miðdeild (næmingum, ið hava spælt eina ávísa tíð) at spæla saman í rútmubólki. 

Bólkurin er ætlaður tær, ið kundi hugsað sær at læra meira um rútmur. Í bólkinum verður dentur lagdur á rútmur og rútmuspæl við ymiskum slagverksljóðførum.

Rútmubólkurin venur mánadagar kl. 15.00 til 16.00 í kjallaranum í Skansastovu. Venjingar byrja komandi mánadag og øll eru vælkomin.

Lærarar eru Rúni K. Mouritsen og James Goodwin.

Tað er ókeypis at luttaka í rútmusbólkinum, men luttakaraplássið er avmarka. Vit viðmæla, at tit práta við tykkara ljóðførislærara, áðrenn tit tekna tykkum til.