Skip to main content Skip to footer

Frálærutilboð

Gittarflokkur

Frálæra
Frálæran í gittarflokkinum er skipað sum floksfrálæra, har næmingarnir fáa frálæru frá lærara í 60 minuttir um vikuna. Í gittarflokkinum eru 4 næmingar. Endamálið við frálæruni er at geva næmingunum førleika til sjálvstøðugt at framføra tónleik og geva teimum innlit í fjøltáttaðu møguleikarnar, ið gittarin sum ljóðførið hevur bæði innan klassiskan, rútmiskan og annan tónleik. Vit spæla bæði við og uttan akkordir, og arbeiða við fingraseting, fraseringum, og improvisatión. Vit spæla nógv ymisk tónleikasløg:
  • sangir (barnasangir, vísir, slagarir)
  • undirhaldstónleikur (t.d. franskur musettetónleikur)
  • rútmiskur tónleikur; pop, rock, calypso, samba, og tango
  • klassiskur tónleikur
Fyri at fáa sum mest burturúr verður mælt til at venja javnan heima, helst dagliga.

Tilfar til frálæruna
Næmingarnir fáa tilfar frá lærara. 

Konsertir og samanspæl
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið. Vit hava javnan næmingakvøld og konsertir, har næmingarnir framføra.

Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið. Til hesi støðumet spæla næmingarnir ikki í bólki men hvør sær.

Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í.s.v. støðumetið um várið.

Aldur
Byrjanaraldurin í gittarflokkinum er 10 ár.

Lán av ljóðføri
Næmingurin má sjálvur eiga gittara. 

Prísur og reglugerð
Leinkja til kunning um kostnað og reglugerð (uppmøting, avboð, sjúka, farloyvi etc.)