Skip to the content

Litir í Leiki

Frálæra
Litir í leiki er eitt undirvísingarligt tónleikasamstarv millum Tórshavnar Musikkskúla, Tórshavnar Kommunu og Skúlan á Fløtum.

Endamálið við Litir í Leiki er at bjóða børnum í Tórshavnar Kommunu eitt skúlatilboð, har ljóðføris- og tónleikaundirvísing í víðastu merking er sameind við vanligu frálæruna í fólkaskúlanum og á tann hátt dagligur partur av skúladegnum fyrstu skúlaárini.

Gransking vísir, at í skúlanum, har stórur dentur verður lagdur á at undirvísa í tónleiki, læra børnini skjótari og betur enn vanligt. Tey menna rørsluligu evnini, læra at hugsavna seg og stimbra á tann hátt evnini at læra. Hetta verður m.a. gjørt við ljóðførislæru, hoyrilæru og sangi.

Harafturat menna tey í samspælinum við onnur evnini at lurta hvør eftir øðrum, og tey læra at hoyra og síggja í verki týdningin av at lyfta í felag og at spæla saman.

Tónleikaundirvísingin er í skúlatíð og fylgir tímatalvuni og skúlaárinum. Tað merkir, at tónleikur er dagligur partur av skúladegnum. Leisturin er skipaður sleiðis, at tríggjar 3 ferðir um vikuna fer næmingurin eina løtu burtur frá vanliga flokstímanum til tónleikaundirvísing. Fyrstu tíðina minnir lærarin næmingin á at fara til tónleikatíman. Undirvísingin fer fram hjá frk Cohr, í Finsen og barakkini

Einstaklingaundirvísing eina ferð um vikuna í 30 minuttir.
Bólkasamanspæl eina ferð um vikuna í 30 minuttir.
Solfa (hoyrilæra) eina ferð um vikuna í 30 minuttir.
Orkestursamanspæl og framførsla fýra verkætlanir um árið í 2. og 3. flokki. 1. flokkur tó tríggjar ferðir um árið.

Nótar
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum

Konsertir og samanspæl
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra solo ella í samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað velst um næmingin og menningarstøðið.

Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar í Litir í Leiki til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið.

Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Ynskiligt er at foreldur eru við til undirvísingina, serliga fyrstu tíðina. Umframt hetta gerandisliga samskifti eru eisini ein felags foreldrafundur fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í.s.v. støðumetið um várið.

Aldur
Næmingarnir byrja, tá ið teir fara í 1. flokk. Tá ið næmingarnir fara í 4. flokk, stendur tað teimum í boði at halda fram í Tórshavnar Musikkskúla til vanliga undirvísing við sama ljóðføri.

Lán av ljóðføri
Næmingarnir fáa ljóðføri frá Tórshavnar Musikkskúla til láns. Ljóðførini, ið verða brúkt í Litir í Leiki eru violin, viola/bratsj, sello og kontrabass.

Lýst verður á heimasíðuni, hjá Skúlanum á Fløtum, tá til ber at melda til litir í leiki. Vanliga er hetta samstundis sum meldað verður til 1.flokk.