Samband
Skip to the content

Tónleikaástøði & hoyrilæra - Hástøði

Tónleikaástøði og hoyrilæra - Hástøði - svarandi til ABRSM 6. - 8. stig
Hetta er til tín, sum møguliga umhugsar at søkja inn á musikkskúlamiðnám. og ynskir at fyrireika seg til tað. Ljómfrøðin (hamonilæran) umfatar modulatiónir, at seta tónleik út í klassiskum stíli, fyri kór umframt betur fatan av lækkaðum samljóðum (forminskaðum akkordum) og betur fatan av samljóðum í jazz og popptónleiki.

  • at avgera øll samljóð við hoyrnini upp til ein tíggjund.
  • at hoyra mun á dur og moll samljóðum, víðkaðum og minkaðum samljóðum (akkordum) umframt at skriva hesi við nótum.
  • at kenna heitið á øllum tónleikaskeiðum frá barokkini til modernismuna umframt at kenna nøvnini á fleiri tónasmiðum og verkum frá hvørjum tónleikaskeiði.
  • at syngja lættari, men longri tonal løg frá blaðnum (trí-, fjórðings-, fimt- og áttinda lop).
  • at duga kvintringin umframt at staðfesta øll tónasløg við øllum forteknum.
  • at kenna øll vanlig taktsløg, so sum 3/4, 6/8 umframt ólíka taktir.
  • at hoyra, hvør tóni, sum liggur ovast í einum tónabili, ið fevnir um sjey fet. (septimakkord).
  • at skilja merkingar so sum dolce, espressivo og cantabile.
Harumframt skilja vit ymiskar kadensur og at kenna hesar aftur í nótum, synge tólvtónarekkjur umframt samljóð í jazzi.


Vel tín bólk / tíðspunkt og trýst á melda til:
Melda til