Skip to the content

Miðnám - sangskriving

Endamál
Endamálið við frálæruni er at menna skapandi og samansetingarliga (kompositoriska) førleikan hjá næminginum sum sangskrivari.

Frálæra
Næmingsins musikalska tilvit, úttrykk og samansetingarliga (kompositoriska) avlop verður ment við at arbeiða við:  
  • kreativum tilgongdum
  • rútmiskum kompositiónum
  • lýrikki
  • miðling
  • verkætlanum
Frálæran í  sangskriving  er fyrst og fremst skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 90 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í eini námsætlan fyri sangskriving í Musikkskúla miðnámi.

Tilfar
Næmingurin fær tilfar frá læraranum / skúlanum og skal í ávísan mun fáa sær tilfar til ognar.

Prísur og reglugerð
Leinkja til kunning um kostnað og reglugerð (uppmøting, avboð, sjúka, farloyvi etc.)



 


Vel tín bólk / tíðspunkt og trýst á melda til:
Melda til