Skip to the content
Um ljóðførini
Baritone og Eufonium eru bæði gomul ljóðføri, tó ikki so gomul sum trompetin, men hoyra tó heima í messing familiuni. Baritonin verður bert brúkt í Hornorkestri (Brass Band), meðan Euphonium harafturat eisini verður brúkt í Harmoni- og Symphoniorkestri.
Munurin á Baritone og Eufonium er støddin, og talið av ventilum.
Baritone hevur 3 ventilar og Eufonium hevur 4 ventilar.
Baritonin er minni, so hon ljóðar eitt stað millum Trombone og Eufonium. Eufonium er størri, og hevur tí ein breiðari klang. Eisini kann Eufonium við sínum 4 ventilum spæla heilt djúpar tónar.

Bariton/Euphonium

Frálæra
Frálæran í Baritone og Euphonium er fyrst og fremst skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í eini námsæltan, sum hevur innbygd menningarstig.

Nótar
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum.

Samanspæl 
Fyri Baritone og Euphonium leikarar er orkesturspæl sera týdningarmikið. So skjótt sum til ber, verður næmingurin settur í samanspæl.

Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra bæði sum einstaklingur og í orkestrum og samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað velst um næmingin og menningarstøðið.

Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið.

Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í.s.v. støðumetið um várið.

Aldur
Til ber at byrja at spæla Baritone ella Euphonium um 8-12 ára aldur.

Prísur og reglugerð
Leinkja til kunning um kostnað og reglugerð (uppmøting, avboð, sjúka, farloyvi etc.)


Melda til