Skip to the content

Serundirvísing - Annika


Frálæra 
Undirvíst verður í blokkfloytu, men eisini verður arbeitt við sangi, rørslu og spæli, ið er mennandi fyri næmingin. Ljóðførini vit brúka er blokkfloyta, stavspæl (xylofonir), smáar trummur og onnur rytmuljóðføri, klaver og guitar.
Tá vit vita, hvussu mennandi tónleikur er, er hetta ein gyltur møguleiki hjá børnum og ungum við serligum avbjóðingum at verða ment tónleikaliga. Arbeitt verður út frá einstaklinginum, antin einstaklingaundirvísing ella í smáum bólkum. Tá næmingurin dugir betur, er møguleiki at sleppa at spæla onnur ljóðføri.

Nótar
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum.

Samanspæl 
Samanspæl verður skipað eftir tørvi í mun til hvønn einstakan næming. 

Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað velst um næmingin. 

Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið. 

Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í.s.v. støðumetið um várið. 

Aldur
Til ber at byrja at spæla um 7 ára aldur.

Lán av ljóðføri
Til ber at lána sello frá skúlanum (fyrivarni verður tikið fyri, at ljóðføri er tøkt) 

Prísur og reglugerð
Leinkja til kunning um kostnað og reglugerð (uppmøting, avboð, sjúka, farloyvi etc.)



Melda til