Skip to the content

Obo

Frálæra 
Frálæran í obo er skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í oboini sum solo-ljóðføri og er samskipað eftir eini námsæltan, sum hevur innbygd menningarstig.

Nótar
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum.

Samanspæl 
So skjótt sum tað ber til, verður næmingurin settur í hóskandi samanspæl. 

Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra solo ella í samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað velst um næmingin og menningarstøðið. Men tá vit arbeiða og studera obo, so arbeiða vit eisini við henni sum solo-ljóðføri. 

Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið. 

Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í.s.v. støðumetið um várið. 

Aldur
Um tú væl orkar at blása luft í ballónir og ert um 10 ár, so er oboin eitt ljóðføri fyri teg. 

Lán av ljóðføri
Til ber at lána obo frá skúlanum (fyrivarni verður tikið fyri, at ljóðføri er tøkt) 

Prísur og reglugerð
Leinkja til kunning um kostnað og reglugerð (uppmøting, avboð, sjúka, farloyvi etc.)


Melda til