Samband
Skip to the content

STELLA POLARIS - RÚTMISKT

Stella Polaris - RÚTMISKT verður 10. - 12. februar 2022.

Her ber til at kunna seg um Stella Polaris - rútmisku kappingina.

Endamálið við kappingini er at eggja børnum og ungum at fáast við tónleik og at mennast sum tónleikarar. Kappingin tekur støði í tónleikalívinum í breiðari merking, bæði í musikkskúlahøpi og í tónleikalívinum í Føroyum. Við at seta sjóneykuna á rútmiska tónleikapallin ynskir kappingin at geva sítt íkast til føroyska mentanarlívið, at vísa evnaríkum ungdómum størri ans, at vera fyrimynd fyri onnur ung, at staðfesta skapanargleði, menning og dygd, og at stimbra áhugan fyri rútmiskum tónleiki sum heild.

Tónleikarar, sum hava tilknýti til Føroyar, kunnu melda seg til kappingina, aldursmarkið er 24 ár. Tónleikarar mugu ikki vera fyltur 25 ár, tá kappingin verður hildin.
 Einstaklingar/bólkar í øllum aldursbólkum hava møguleika at luttaka. Kappingin er skipað í tveimum bólkum:

  • til og við 17 ár (ongin luttakari í bólkinum má verða fyltur 18 ár, tá kappingin verður hildin)
  • 18 til og við 24 ár (ongin luttakari í bólkinum má verða fyltur 25 ár, tá kappingin verður hildin)

Um ein bólkur meldar til, er tað elsti limurin í bólkinum, sum avgerð, í hvørjum aldursbólki bólkurin hoyrir heima.

Freistin at melda til Stella Polaris - Rútmiskt, er nú farin.

Luttakararnir velja sjálvir løgini, ið skulu framførast. Luttakararnir spæla eitt ella fleiri løg, sum sýna tekniskar og musikalskar førleikar luttakarans.

Longd á framførsluni kann í mesta lagi vera:

12 min. í bólki 1 (til og við 17 ár)

15 min. í bólki 2 (18 ár til og við 24 ár)

 

Hesar virðislønir verða latnar.

Virðislønir í aldursbólkinum til og við 17 ár

  • 1. virðisløn DKK 5.000,-
  • 2. virðisløn DKK 4.000,-
  • 3. virðisløn DKK 3.000,-

Virðislønir í aldursbólkinum 18 ár til og við 24 ár 

  • 1. virðisløn DKK 20.000,-
  • 2. virðisløn DKK 10.000,-
  • 3. virðisløn DKK   5.000,- 

Aðrar virðislønir kunnu verða latnar.

Í dómsnevndini eru 5 limir: Ein høvuðsdómari, eitt umboð fyri tónleikagreinina í breiðari merking, eitt umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla og tvey umboð fyri tónleikavinnuna. 

Allar avgerðir hjá dómsnevndini eru endaligar.

Kappingin hevur eitt standard “set up”, har til ber at leggja til við sínum egna.

Kappingin stillar ljóðfólk at avgreiða framførslurnar og at ljóðblanda.

Á pallinum er:

GITTAR 
(1) Fender Deluxe Reverb gittar kabinett

BASS
(1) EBS Pro Line 410 bass kabinett

TRUMMUSETT 
(1) 20″ Kick
(1) 14″ x 5.5″ Snare
(1) 10″ Tom
(1) 14″ Tom
(1) 14″ K or Mastersound Hi-Hat
(1) 17″ K Custom Dark Crash
(1) 19″ K Custom Dark Crash
(1) 20″ K Custom Ride
(3) Boom Stands
(1) High Hat Stand
(1) Snare Stand
(1) DW 9000 Bass drum pedal
(1) Roc n Soc Saddle Throne

TANGENTAR

(1) Akustiskt upright klaver
(1) Yamaha P250 el klaver

ANNAÐ
(2) Hanging Guitar Stands
(2) Black Sand Bags for Drums
(2) Instrument Cable Packages
(1) 8′ x 8′ Drum Rug

Musikkskúlanevnd Tórshavnar Musikkskúla varðar av Stellu Polaris.

Luttakarar syrgja sjálvir fyri gisting og møguligari ferðing í sambandi við kappingina.

Fyriskiparin tilskilar sær rætt til at stroyma frá kappingini og at gera upptøku av framførslunum til útvarps- ella sjónvarpsnýtslu. Gjald verður ikki veitt luttakarunum fyri hetta. 

 

Fyriskipari av kappingini er Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs.

Avgreiðsluskrivstova er Tórshavnar Musikkskúli, Landavegur 84, Tórshavn.