Samband
Skip to the content

STELLA POLARIS - KLASSISKT

Her ber til at kunna seg um Stella Polaris - klassisku kappingina.

STELLA POLARIS er tónleikakapping fyri ungar klassiskar tónleikarar. Kappingin varð á fyrsta sinni hildin februar 2014. Kappingin gevur rásarúm fyri menning hjá musikalskum evnaríkum ungum, ið spæla klassiskan tónleik. Við at seta sjóneykuna júst á hetta økið, ynskir kappingin at geva sítt íkast til føroyska mentanarlívið, at vísa evnaríkum ungdómum størri ans, at vera fyrimynd fyri onnur ung, at staðfesta skapanargleði, menning og dygd og at stimbra áhugan fyri klassiskum tónleiki sum heild.

Kappingin verður 18 - 20 februar 2021

Tónleikarar sum hava tilknýti til Føroyar, kunnu melda seg til kappingina. Tónleikarar mugu ikki vera fyltir 25 ár, tá kappingin verður hildin.
 Kappast verður í trimum aldursbólkum:

  • Aldursbólkinum til og við 13 ár (luttakarar mugu ikki verða fyltir 14 ár, tá kappingin verður hildin)
  • Aldursbólkinum 14 til og við 18 ár (luttakarar mugu ikki verða fyltir 19 ár, tá kappingin verður hildin)
  • Aldursbólkinum 19 til og við 24 ár (luttakarar mugu ikki verða fyltir 25 ár, tá kappingin verður hildin)

Luttakararnir spæla eitt ella fleiri stykki, sum sýna teknisku og musikalsku førleikar luttakarans. Stykkini skulu vera ólík í lyndi, og vera frá fleiri ymsum tíðarskeiðum. 

  • Í aldursbólkinum til og við 13 ár framførir hvør luttakari tónleik, sum er 5-6 minuttir til longdar.
  • Í aldurbólkinum 14 til og við 18 ár framførir hvør luttakari tónleik, sum er 8-10 minuttir til longdar.
  • Í aldursbólkinum 19 til og við 24 ár framførir hvør luttakari tónleik, sum er 12-15 minuttir til longdar. 

Tað stendur til tann einstaka luttakaran, um hon/hann velur at spæla við nótum ella ei.

Tilmeldingin til Stella Polaris kappingina 2021 er nú liðug

Hesar virðislønir verða latnar:

Virðislønir í aldursbólkinum til og við 13 ár:

  • 1. virðisløn DKK 3.000,-
  • 2. virðisløn DKK 2.000,-
  • 3. virðisløn DKK 1.000,-

Virðislønir í aldursbólkinum 14 til og við 18 ár:

  • 1. virðisløn DKK 4.000,-
  • 2. virðisløn DKK 3.000,-
  • 3. virðisløn DKK 2.000,-

Virðislønir í aldursbólkinum 19 til og við 24 ár: 

  • 1. virðisløn DKK 20.000,-
  • 2. virðisløn DKK 10.000,-
  • 3. virðisløn DKK 5.000,-

Dómsnevndin kann í heilt serligum føri, um tey meta, at luttakari í einum av yngru bólkunum vísur heilt serlig evni, lata eina eyka virðisløn. 

Allir luttakarar fáa eitt luttøkubræv (diplom), sum váttar, at teir hava tikið lut í kappingini Stella Polaris.

Tann, sum hevur vunnið 1. virðisløn í elsta aldursbólkinum, kann ikki taka lut í kappingini aftur.

Í dómsnevndini eru 5 limir: ein útlendskur dómsnevndarformaður, eitt umboð fyri Føroya Symfoniorkestur, eitt umboð fyri áhoyrarar, eitt umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla og eitt umboð fyri tónleikagreinina í breiðari merking.

Allar avgerðir hjá dómsnevndini eru endaligar.

Luttakararnir kunnu hava egnan klaverleikara, tá fyri egna rokning. Til ber eisini at nýta ein klaverleikara, sum er knýttur at kappingini. Hetta tilboð er ókeypis, men luttakararnir mugu rokna við avmarkaðari venjingartíð.

Luttakarar syrgja sjálvir fyri gisting og møguligari ferðing í sambandi við kappingina.

Fyriskiparin hevur rætt til at gera upptøku av framførslunum til útvarps- ella sjónvarpsnýtslu uttan at veita luttakarum gjald fyri tað.

Fyriskipari av kappingini er Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs V/ Una Árting.

Avgreiðslu skrivstova er Tórshavnar Musikkskúli, Landavegur 84, Tórshavn.

Samskipari fyri kappingina 2021 er:

Johan Hentze

Teldupostur: johanh@torshavn.fo

Telefon: 252319