Skip to the content

Skilhaldsreglur fyri Tórshavnar Musikkskúla

  • Øll á skúlanum eiga at sýna umhugsni og sømiligan atburð, soleiðis at skúlin kann virka øllum at gagni
  • Fyrilit skal havast fyri øllum teimum, sum virka í skúlanum, fyri húsinum og tí, sum inni er.
  • Hølini skulu, eftir brúk, latast aftur í sama standi, sum tey vóru fingin 
  • Lærarar í Tórshavnar Musikkskúla og næmingar í musikkskúlamiðnámi kunnu brúka frálæruhølini í Tórshavnar Musikkskúla til frálæru, venjing og framførslur, treytað av, at hølini eru tøk í hølisyvirlitinum í SpeedAdmin skipanini.
  • Serstøk avtala um lán av hølum annars kann gerast við at venda sær til leiðslu skúlans.
  • Skúlin er stongdur frá miðnátt til klokkan sjey á morgni. Hetta tíðarskeiðið er einki virksemi í skúlanum. 
  • Ljóðførini hjá Tórshavnar Musikkskúla, ið hoyra heima í ávísum høli og sum dagliga verða nýtt til frálæru, skulu ikki flytast millum hølini.
  • Ljóðførini skulu undir ongum umstøðum nýtast uttanfyri skúlan uttan í serligum førum og uttan serstakt loyvi, sum einans kann gevast av leiðslu skúlans. Hetta er galdandi fyri lærarar og næmingar.
  • Um trupulleikar eru við hølunum, ljóðførunum, skal hetta fráboðast leiðslu skúlans.
  • Øll høli í Tórshavnar Musikkskúla eru fevnd av reglugerð hjá Tórshavnar Kommunu, har børn og ung ferðast. Tað er tí strangliga bannað, at rúsdrekka ella annað rúsandi verður nýtt á skúlanum.
  • Royking fer fram á ávístum øki, har ílat er til øsku og stubbar. Hetta økið er aftanfyri skúlan við ruskbingjurnar. 
  • Matur og drekka skal ikki nýtast í frálæruhølum skúlans.  
  • Um trupulleikar eru við ásetingum í skilhaldsreglunum, skal hetta fráboðast leiðslu skúlans.

Dagført 18 september 2019.