Samband
Skip to the content

Musikkskúlanevndin

er ein 5 mannanevnd sett at fremja áhugamál Tórshavnar Musikkskúla.

Nevndarlimirnir verða tilnevndir av Tórshavnar Býráð fyri eitt býráðsvalskeið í senn.

 

Limirnir í nevndini eru:

Uni Árting, formaður

Malan Eyðunsdóttir

Rói B Poulsen

Malan Thomsen

Jens Marni Hansen.

Leiðarin í Tórshavnar Musikkskúla er skrivari hjá nevndini.

 

Nevndin arbeiðir fyri góðum korum hjá musikkskúlanum, miðar eftir at vekja ans fyri tónleiki og arbeiðir sum heild fyri áhugamálum musikkskúlans.

Nevndin eigur saman við musikkskúlanum at eggja til eitt ríkt og fjøltáttað tónleikalív.

Nevndin hevur í minsta lagi seks fundir um árið pg letur á hvørjum ári í januar mánaði Mentamáladeild Tórshavnar Býráð ársfrágreiðing.

Reglugerð fyri musikkskúlanevndini í Tórshavnar Musikkskúla

§ 1. Tórshavnar Musikkskúli er ein kommunalur stovnur, ið virkar undir Musikkskúlaskipanini hjá landinum, og er skipaður sbrt. Ll. nr. 83 frá 29. mai 2017 um musikkskúlaskipan.

§ 2. Ein nevnd við fimm limum verður sett at ráðgeva skúlaleiðaranum. Nevndarlimirnir verða tilnevndir av Tórshavnar býráð fyri eitt býráðsvalskeið í senn.

Stk. 2. Nevndin arbeiðir fyri góðum korum hjá musikkskúlanum, miðar eftir at vekja ans fyri tónleiki og arbeiðir sum heild fyri áhugamálum musikkskúlans. Nevndin eigur saman við musikkskúlanum at eggja til eitt ríkt og fjøltáttað tónleikalív.

Stk. 3. Nevndin skipar seg við formanni og næstformanni á fyrst komandi fundi eftir nýval av limunum í nevndini. Skúlaleiðarin kallar inn til fundin.

Stk. 4. Valið av formanninum er galdandi fyri valskeiðið.

Stk. 5. Í tann mun formaðurin fellir frá, ella ynskir at fara frá sum formaður, skipar nevndin seg av nýggjum fyri restina av valskeiðnum. Inntil nýggjur formaður er valdur røkir næstformaðurin uppgávurnar hjá formanninum.

Stk. 6. Leiðarin í Tórshavnar Musikkskúla er skrivari hjá nevndini.

§ 3. Nevndin hevur fund á teimum fundardøgum, sum nevndin hevur viðtikið, og annars so oftani, sum formaðurin ella skúlaleiðarin metir, at tørvur er á at hava fund, vanliga í minsta lagi 5 fundir um árið.

Stk. 2. Kallað verður inn til fundar við eini freist upp á í minsta lagi 7 dagar, um ikki formaðurin tekur aðra avgerð vegna tað, at eitt mál hevur skund.

Stk. 3. Limur, sum ynskir mál á skránna, skal boða formanninum frá hesum í seinasta lagi 7 dagar fyri fundin.

Stk. 4. Um 2 limir krevja tað skal formaðurin kalla til fundar sbrt. stk. 2.

Stk. 5. Við fundarinnkallingini skal fylgja ein dagsskrá, sum skal tilskila, hvørji mál skulu viðgerast á fundinum, og hjálagt skal vera tað tilfar, sum er neyðugt til tess at viðgera málini.

Stk. 6. Limir, sum ikki kunnu møta til fundar, skulu boða formanninum frá hesum skjótast gjørligt.

Stk. 7. Umsitingin í TK kemur á samstarvsfund við musikkskúlanevndina 1-2 ferðir árliga, har mál, ið viðvíkja musikkskúlanum verða viðgjørd.

§ 4. Fundirnir í nevndini eru ikki almennir.

Stk. 2. Formaðurin leiðir fundirnar.

Stk. 3. Fundir verða vanliga hildnir á skrivstovuni hjá Musikkskúlanum.

§ 5. Føst punkt á dagsskránni fyri fundir í nevndini eru hesi:

1) Fíggjarstøðan

2) Kunning frá formanninum, nevndarlimum og skúlaleiðaranum

3) Mál, ið kommunan ella skúlaleiðarin hevur lagt til nevndina at viðgera.

Stk. 2. Dagsskráin fyri nevndarfundir verður gjørd tøk á intraneti skúlans, tó so at mál, sum krevja tagnarskyldu, verða tikin av skránni, áðrenn hon verður tøk.

§ 6. Nevndin viðgerð og ráðgevur skúlaleiðaran m.a. viðv.:

1) námsfrøðiligum menningararbeiði

2) undirvísingarútboð skúlans

3) árligu fíggjarætlanini, gjøld og virksemisætlanina

4) samarbeiðið ímillum skúla og heim

5) samstarvi við vinnu, stovnar, felagsskapir

6) marknaðarføring, samleiki og branding av skúlanum

7) hølisviðurskifti

8) undirvísingarmiðlar og -ljóðføri

9) við skúlans virksemi sum heild (undantikið starvsfólka- og næmingamál).

§ 7. Nevndin er viðtøkufør, tá formaðurin, ella næstformaðurin, um formaðurin ikki er á fundi, og í minsta lagi 2 av hinum limunum, eru møttir.

Stk. 2. Nevndin tekur avgerð við vanligum atkvøðumeiriluta. Í førum, har tað stendur á jøvnum millum atkvøðurnar, er atkvøðan hjá formanninum ella næstformanninum, um formaðurin ikki er á fundi, avgerandi.

Stk. 3. Skúlaleiðarin tekur lut á fundum í nevndini, hevur talurætt, men ikki rætt at greiða atkvøðu.

§ 8. Fyri hvønn fund í nevndini skrivar skúlaleiðarin saman við formanninum fundarfrágreiðing, har tilskilað verður:

1) Hvørjir limir hava verið við í viðgerðini av málunum.

2) Avgerðin hjá nevndini í teimum einstøku málunum. Um atkvøtt hevur verið, verður atkvøðutalið og atkvøðubýtið tilskilað.

3) Minnilutasjónarmið og orsøkirnar til hesi í tann mun tað er neyðugt.

Stk. 2. Limirnir í nevndini skulu í seinasta lagi 5 dagar eftir ein fund hava sendandi fundarfrágreiðing. Mótmæli og uppskot til rættingar til fundarfrágreiðingina frá teimum limum, sum vóru á fundinum, verða skrivliga send formanninum í seinasta lagi 5 dagar eftir, at limirnir hava móttikið hana.

Stk. 3. Fundarfrásøgn skal við teimum avmarkingum, sum tagnarskyldan og møgulig onnur týðandi atlit hava við sær, verða tøk á intraneti skúlans.

§ 9. Skúlaleiðarin og musikkskúlanevndin letur kommununi ársfrágreiðing í juni á hvørjum ári, ið greiðir frá virksemi skúlans í farna ári, viðkomandi hagtøl, ætlanir fyri komandi árið o.a.

§ 10. Skúlaleiðarin og nevndin gera eitt árshjól fyri evnir, ið ætlanin er at viðgera komandi árið. Árshjólið verður dagført so hvørt eftir tørvi.

§ 11. Henda starvs- og fundarskipan kemur í gildi dagin eftir, at hon er góðkend av Tórshavnar býráði, tann 27 februar 2020