Samband
Skip to the content

Mentamáladeildin/Trivnaðarfyrisitingin & Tórshavnar Musikkskúli

INNGANGUR

Tórshavnar kommuna hevur sum visjón, at verða ein virkin og vakin høvuðsstaður. Í hesum liggur m.a.:

- At høvuðsstaðurin er alheimsgjørdur og fjølbroyttur
- At høvuðsstaðurin er livandi, við upplivingum og avbjóðingum
- At høvuðsstaðurin er virkin, við nýggjum og mennandi útbúgvingartilboðum
- At høvuðsstaðurin er effektivur og framtakshugaður, við skjótari og góðari tænastu til borgarar
- At høvuðsstaðurin tænir øllum føroyingum í avgerandi leikluti sínum at ganga á odda í menningini.

Við støði í hesi visjón er innan mentamálaøkið/trivnaðarfyrisitingina sett út í kortið at tryggja rationellan rakstur á øllum stigum, eins og støðugt fremja og eftirmeta arbeiðsgongdir, seta mál og leggja ætlanir fyri økið og tess stovnar/virkisøki, umframt at skapa eitt kveikjandi og mennandi umhvørvi fyri leiðsluligari og fakligari menning. Sum liður í hesum er løgd ætlan um at royna leistin við at gera sonevndar mál- og avriksavtalur við stovnar innan mentamálaøkið hjá Tórshavnar kommunu og herundir Tórshavnar Musikkskúla. Hetta verður nú gjørt fyri skúlaárið 2020-21.

FAKTA um hjá Tórshavnar Musikkskúla (TM)

Fígging av virksemium í 2020-21 og býtið millum egingjøld, land og kommunu: Fígging Tórshavnar kommuna: 9.056.000
Næmingagjøld: 1.500.000
Mentamálaráðið: 5.990.000

Tal av næmingum skúlaárið 2020-21: 1150 (íroknað musikkstovur o.a) herundir næmingar í miðnámi: 29
Tal av lærarum: 51 - ársverk: 24
Leiðsla og skivstova, herundir samskiparar : 6 - ársverk 3,2

Tal av útlántum ljóðførum: 210
Undirvísingarstøð: Landavegur 84a, Havnar Kirkja, Fólkaskúlar í TK
Limir í Musikkskúlanevndini: Uni Árting, formaður, Malan Eyðunsdóttir, Rói B Poulsen, Malan Thomsen og Jens Marni Hansen

HØVUÐSUPPGÁVA & ENDAMÁL

Endamálið hjá Tórshavnar Musikkskúla er:
- at menna musikalsku gávur næminganna
- at vekja ans fyri tónleiki
- at leggja støði undir einum ríkum musikklívi og skipa fyri konsertum.

Yrki skúlans fer fram í samarbeiði við heim, skúla og aðrar musikkfelagsskapir.

Tórshavnar Musikkskúli veitir grundútbúgving og miðnámsútbúgving í sangi og/ella instrumentalundirvísing, samanspæli, í orkesturspæli og kórsangi. Støðið í udirvísingini verður tikið í kunnleikanum um tónleik í breiðum høpi, og um nýggjar og gamlar framburðarhættir innan tónleikin. Harafturat skipar skúlin fyri næmingaframførslum.

FRAMTÍÐARMYND

Tórshavnar Musikkskúli er:
- Smidligur, framkomin og altjóðaviðurkendur skúli, sum bjóðar fullfíggjað tilboð á høgum fakligum stigi til børn og ung - Eitt mennandi og skapandi arbeiðspláss
- Virkin viðleikari í tónleikalívinum í býnum

“Tórshavnar Musikkskúli er sandkorn á heimsins dansigólvi. Um 20 ár er sandkornið ein stór glitrandi perla - ein tónleikamiðdepil, sum hevur vakt altjóða ans.”

Undirvísingin og annað musikkskúlavirksemið verður annars at fremja í samsvar við nýggju løgtingslógina fyri musikkskúlaskipan, musikkskúlalógin, sum kemur í gildið 1. august 2017, og har tilhoyrandi reglugerðir.

UNDIRVÍSINGAR- OG SAMANSPÆLSTILBOÐ SKÚLANS

Størsti parturin av undirvísingini í TM er einkultundirvísing. Næmingar, ið spæla orkesturljóðføri, fáa harumframt undirvísing í orkesturspæli. Kórsangur, rútmiskt samanspæl, teori og hoyrilæra eru eisini tilboð í TM. TM bjóðar harafturat framkomnum næmingum at søkja inn á Musikkskúla miðnám og PO- útbúgving. Næmingar í TM eru spjaddir í aldri, úr barnagarði til miðnám. Flestu næmingar byrja undirvísingina í ungum aldri, fleiri gevast aftaná nøkur ár, men hava tá fingið væl burturúr tí, tey hava lært, og kunnu fara víðari á lívsleiðini. Onnur ganga til undirvísing í nógv ár, og fáa førleikar á høgum støði, sum kunnu brúkast í tónleikalívinum í býnum, meðan onnur søkja um upptøku á Musikkskúla minámi ella PO útbúgvingina. Hvørt ár eru eisini næmingar, ið menna sínar førleikar á høgum støði, og fara úr TM í onnur lond til víðari lestur í tónleiki.

STRATEGIMÁL fyri skúlaárið 2020-21

  1. Framkomin skúli
    Í tráanini at vera ein framkomin skúli, ynskir TM at byggja á drúgvu royndirnar skúlin hevur, umframt at menna nýggjar leiðir. Somuleiðis ynskir skúlin í størri mun, at menna samstøv við hægri lærustovnar, og leggja lunnar undir hægri tónleikalestur í Føroyum.

  2. Sjónligur skúli
    TM ynskir at leggja orku í, at vísa umfatandi virksemi, ið er, við at gera meiri burturúr at miðla tiltøk, skipa fleiri konsertir og annars vísa á virksemi í almenna rúminum.

  3. Styrkja samskifti
    Havandi í huga at samskifti er sera týdningarmikil liður, ynskir TM at seta sjóneykuna á samskifti innanhýsis, millum skúla og heim, og við onnur, sum skúlin arbeiðir saman við, soleiðis at TM kann menna leistir fyri, hvussu eitt gott samskifti kann skipast.

  4. Vitan og trivnaður
    TM ynskir í størri mun at skipa vitanardeiling, og skipa átøk, har vitanardeiling er náttúrligur partur av virksemi skúlans, umframt soleiðis at skapa trivnað og samanhald við at geva og fáa vitan frá starvsfeløgum.

  5. Økt fígging til undirvísing
    Arbeitt verður framímóti at fáa til vega fígging til skúlan, bæði frá kommunu og landið, so øll tey, sum ynskja tað, kunnu fáa møguleika at ganga í musikkskúla. Somuleiðis ynskir TM at tryggja at útboði av ljóðførum er fjøltátta, og møtir tí tørvi, sum er í tónleikalívinum.

  6. Nýggi skúlin á Landavegnum
    TM ynskir at fáa nýggja skúlan á Landavegnum gjørdan lidnan, so hann kann virka eftir ætlan.

 

Nr

Verkevni

Strategimál

Mál skúlaárið 2020-2021

1

Menna undirvísingartilboð

1

TM ynskir at styrkja tey undirvísingartilboð sum eru, og geva lærarum skúlans góðar umstøður at mennast í traditiónsbundnu undirvísingini. Umframt ynskir skúlin at skipa nýggj undirvísingartilboð, sum taka støði í nútímans samfelagnum. Ein partur av læringini er drúgt arbeiði hjá bæði lærarum og næmingi, meðan onnur læra kann koma skjótt. Ynski er í komandi skúlaári, at seta fokus á fólkatónleik, improvisatión og tónleikatøkni

2

Meludia

1

TM ynskir at streingja á, fyri at fáa næmingar TM í nógv størri mun at brúka tónleikaforritið Meludia, sum styrkir fatanina av tónleiki, er ókeypis og á føroyskum máli.

3

Arbeiði á netinum

1

TM hevur gjørt sær nakrar royndir við netundirvísing várið 2020, og ynski er, at byggja víðari á hesar royndir, so tær kunnu brúkast saman við vanligu staðbundu undirvísingini

4

Hægri lestur

1

TM ynskir at knýta sambond við hægri lærustovnar bæði í Føroyum og uttanlands, fyri at menna víðariútbúgving í tónleiki í Føroyum

5

Økja um konserttalið

2

TM ynskir at skipa fleiri konsertir bæði í skúlanum og aðrastaðni, eisini við støði í, at tað at framføra, er týðandi lutur í tónleikaligu búningini hjá næmingum.

6

Musikkskúla festivalur

2

TM ynskir at menna ein musikkskúla festival í mai 2021 við innandura og uttandura pallum á Landavegnum

7

Miðla virksemi

2

TM ynskir í størri mun at miðla virksemið í skúlanum út á teir pallar, sum skúlin frammanundan hevur. Umframt er ynski í størri mun at stroyma og gera upptøkur.

8

Skrivstova/Umsiting

3

TM skipar fasta skrivstovu- og tlf tíð, og ger greiðari býti av arbeiðsuppgávunum í umsitingarliga partinum av skúlanum

9

Kunning

3

TM ynskir at geva skjót og greið boð í mun til tiltøk o.a. sum verður fyriskipað í skúlanum, so foreldur/avvarandi altíð eru væl kunnað.

10

Styrkja samskifti um læruna

3

TM ynskir at styrkja samskifti um læruni millum heim og skúla. Hettar kann gerast við í størri mun at brúka lesiætlanin, sum er sett upp í SpeeAdmin. Umframt verður støðumetsskjal árliga sent næmingum við telduposti.

11

Styrkja samstarvið við heimini

3

TM skipar árliga fyri einum felags kunningar tiltaki við skúlaársbyrjan, har næmingar, foreldur og avvarðandi hava høvið at koma í skúlan, og har lærarar eru til taks at svara spurningum. Umframt verður felgs foreldrafundur í oktober mánaði 2020, og foreldra viðtalur mars mánaði 2021

12

Vitanardeiling

4

Starvsfólk TM sita inni við rúgvusmiklari vitan, og ynskir er komandi skúlaár, at skipa so fyri, at hendan vitanin kemur fleiri til góðar

13

Førleikamenning

4

TM ynsir í samstarvi við MMR at menna leist fyri førleikameinning. TM fer í 2020-21 at leggja seg eftir at menna førleikar, sum knýta seg beinleiðis í undirvísingina hjá hvørjum einstøkum lærara.

14

Eftirmeting

4

TM ynskir í størri mun at eftirmeta undirvísingartilboð, arbeiðshættir, samanspæl/orkestur og aktivitetin í skúlanum annars.

15

Trivnaðartiltøk

4

TM fer skúlaárið 2020-2021 at seta í verk felags kaffisteðg, umframt at skipa fyri felags átøkum nakrar ferð árliga. Hettar fyri at styrkja felagsskapin millum starvsfólk í nýggja skúlanum

16

Normeringar

5

TM ynskir áhaldandi at arbeiða við, at fáa greiðu á, hvussu eitt náttúrligt býti er millum ymsu ljóðførini, og soleiðis vísa á tørvin á fígging til skúlan

17

Bíðilisti

5

TM ynskir at arbeiða fyri øktari fígging so bíðilistin kann minka í vavi, og øll børn og ung, sum ynskja tað, fáa pláss í musikkskúlanum

18

Manglar og tillagingar í skúlanum

5

Einki er at taka seg aftur í, at farna skúlaári hevur verið krevjandi, av tí at nýggi skúlin ikki er liðugur, fleiri manglar eru, og nógv øki, sum ikki rigga sum tey skulu, umframt at trygdin í fleiri førum ikki hevur verið í lagi,. Hettar hevur sett trýst á bæði starvsfólk og leiðlsu. Fyri at fáa skúlan at virka eftir ætlan má miðvíst arbeiðið gerast í summar og fyrst í skúlaárinum 2020-21 soleiðis at viðurskiftini koma uppá pláss

SÁTTMÁLASKEIÐ & FRÁGREIÐINGAR

Sáttmálin er galdandi fyri skúlaárið 2020-21

Reglulig eftirmeting verður gjørd í sambandi við dialogfundir, umframt høvuðseftirmeting á vári 2021 í sambandi við dagførda avtalu fyri skúlaárið 2021-22.

Verða fyritreytir munandi broyttar, eftir at avtalan er gjørd, verður støða tikin til møguligar broytingar. 

Mentamáladeildin

Sigurð Ó Vang Mentamálaleiðari

Tórshavnar Musikkskúli

Andrea Heindriksdóttir leiðari