Skip to the content

Mál- og avritkssáttmáli fyri skúlaárið 2019-20

Mentamáladeildin/Trivnaðarfyrisitingin & Tórshavnar Musikkskúli

INNGANGUR

Tórshavnar kommuna hevur sum visjón, at verða ein virkin og vakin høvuðsstaður.

Í hesum liggur m.a.:

  • At høvuðsstaðurin er alheimsgjørdur og fjølbroyttur 

  • At høvuðsstaðurin er livandi, við upplivingum og avbjóðingum 

  • At høvuðsstaðurin er virkin, við nýggjum og mennandi útbúgvingartilboðum 

  • At høvuðsstaðurin er effektivur og framtakshugaður, við skjótari og góðari tænastu til borgarar
  • At høvuðsstaðurin tænir øllum føroyingum í avgerandi leikluti sínum at ganga á odda í menningini. 


Við støði í hesi visjón er innan mentamálaøkið/trivnaðarfyrisitingina sett út í kortið at tryggja rationellan rakstur á øllum stigum, eins og støðugt fremja og eftirmeta arbeiðsgongdir, seta mál og leggja ætlanir fyri økið og tess stovnar/virkisøki, umframt at skapa eitt kveikjandi og mennandi umhvørvi fyri leiðsluligari og fakligari menning. Sum liður í hesum er løgd ætlan um at royna leistin við at gera sonevndar mál- og avriksavtalur við stovnar innan mentamálaøkið hjá Tórshavnar kommunu og herundir Tórshavnar Musikkskúla.

Hetta verður nú gjørt fyri skúlaárið 2019-2020.


FAKTA um Tórshavnar Musikkskúla (TM)

Fígging av virksemium í 2019-20, og býtið millum egingjøld, land og kommunu:

Fígging Tórshavnar kommuna: 6.971,00 kr


Næmingagjøld: 1.400.000 kr


Mentamálaráðið: 5.400,00 kr 


Tal av næmingum skúlaárið 2019/20: 900


herundir næmingar í miðnámi: 25


Tal av lærarum: 45, svarandi til 24 ársverk

Leiðsla og skrivstova, herundir miðnámssamskipari: 4 – ársverk 2,5


Tal av útlántum ljóðførum: 170

Undirvísingarstøð: 7

Limir í Musikkskúlanevndini: Uni Árting, formaður, Malan Eyðunsdóttir, Rói B Poulsen,

Malan Thomsen og Jens Marni Hansen 


 

Høvuðsuppgáva og framtíðarmynd hjá Tórshavnar Musikkskúla

HØVUÐSUPPGÁVA & ENDAMÁL

Endamálið hjá Tórshavnar Musikkskúla er:

  • at menna musikalsku gávur næminganna 

  • at vekja ans fyri tónleiki 

  • at leggja støði undir einum ríkum musikklívi og skipa fyri konsertum.


Yrki skúlans fer fram í samarbeiði við heim, skúla og aðrar musikkfelagsskapir. 


Tórshavnar Musikkskúli veitir grundútbúgving og miðnámsútbúgving í sangi og/ella instrumentalundirvísing, samanspæli, í orkesturspæli og kórsangi. Støðið í udirvísingini verður tikið í kunnleikanum um tónleik í breiðum høpi, og um nýggjar og gamlar framburðarhættir innan tónleikin. Harafturat skipar skúlin fyri næmingaframførslum. 


 

FRAMTÍÐARMYND

Tórshavnar Musikkskúli er:

  • Smidligur, framkomin og altjóðaviðurkendur skúli, sum bjóðar fullfíggjað tilboð á høgum fakligum stigi til børn og ung
  • Eitt mennandi og skapandi arbeiðspláss
  • Virkin viðleikari í tónleikalívinum í býnum

“Tórshavnar Musikkskúli er sandkorn á heimsins dansigólvi. Um 20 ár er sandkornið ein stór glitrandi perla - ein tónleikamiðdepil, sum hevur vakt altjóða ans.”

Undirvísingin og annað musikkskúlavirksemið verður annars at fremja í samsvar við nýggju løgtingslógina fyri musikkskúlaskipan, musikkskúlalógin, sum kom í gildið 1. august 2017, og har tilhoyrandi kunngerðir.

 

UNDIRVÍSINGAR- OG SAMANSPÆLSTILBOÐ SKÚLANS

Størsti parturin av undirvísingini í TM er einkultundirvísing.
 Næmingar, ið spæla orkesturljóðføri, fáa harumframt undirvísing í orkesturspæli. Kórsangur, bólkaspæl, rútmiskt samanspæl, teori og hoyrilæra og ymsar tónleikastovur eru eisini tilboð í TM. TM bjóðar harafturat framkomnum næmingum at søkja inn á Musikkskúla miðnám og PO- útbúgving. Næmingar í TM eru spjaddir í aldri, úr barnagarði til miðnám.
Flestu næmingar byrja undirvísingina í ungum aldri, fleiri gevast aftaná nøkur ár, men hava tá fingið væl burturúr tí, tey hava lært, og kunnu fara víðari á lívsleiðini.
Onnur ganga til undirvísing í nógv ár, og fáa førleikar á høgum støði, sum kunnu brúkast í tónleikalívinum í býnum, meðan onnur søkja um upptøku á Musikkskúla minámi ella PO útbúgvingina. Hvørt ár eru eisini næmingar, ið menna sínar førleikar á høgum støði, og fara úr TM í onnur lond til víðari lestur í tónleiki. 


 

STRATEGIMÁL

1. Nútímans skúli

TM ynskir at hava og menna nútímans undirvísingartilboð, og at leggja afturat tí, sum frammanundan virkar væl. Til hettar krevjast fleiri undirvísingartímar, og fer skúlin miðvíst at vísa á tørvin. TM ynskir at møta børnum og ungum har tey eru, og hava undirvísingartilboð á høgum fakligum stigi, sum møta tørvinum hjá borgarunum í TK. Arbeitt verður við at styrkja samskiftið millum skúla og heim, eisini gjøgnum umsitingarskipan skúlans. TM arbeiðir í størri mun við at vísa virksemi skúlans fram á verandi og nýggjum pallum.

2. Skjót og góð tænasta

TM ynskir at veita skjóta og góða tænastu til borgaran, og at verða tænastusinnaður skúli, sum húsast væl við tilfonginum. Áhaldandi verður arbeitt við at gera mannagongdum á øllum økjum, og alt hetta tilsamans skal gera skúlan smidligan og framkomnan. KT skipanir skúlans skulu mennast, so tær í størri mun virka sum ein eind, eisini saman við heimasíðu skúlans. Lagaligar loysnir skulu vera tøkar í mun til tilmelding, endurtilmelding, gjald og kunning annars. Arbeitt verður fram ímóti at hølisbókingarskipan verður tøk á heimasíðu skúlans, og at hendan er tengd saman við umsitingarskipanina, sum skúlin brúkar.

3. Samstarv við aðrar skúlar og mentanarstovnar

Ynski er framhaldandi at vera virkin partur í kommununi, og at knýta enn fleiri sambond við skúlar og stovnar. Við tí fyri eygað at skúlin á sumri 2019 fer at liggja í skúlaøki á Landavegnum, er ynski eisini at hugsa hetta inn í framtíðar samstørv. Eisini vil skúlin knýta sambond við skúlar uttaneftir og virka fyri at TM verður altjóða viðurkendur. Ein partur av hesum er eisini at tryggja fíggjarligt grundarlag undir tí virksemi, sum skúlin hevur uttanfyri landoddarnar.

4. Nýggjur musikkskúli

TM ynskir at vera aktivur partur í seinastu ráleggingunum í mun til nýggja musikkskúlan á Landavegnum, og at fyrireika flytingina í nýggja skúlan á várið 2019. Nógvar uppgávir eru at loysa í sambandi við flytingina, og arbeitt verður við at gera umskiftið so lagaligt sum til ber. Í hesum sambandi er ætlanin at skipa fyri samansjóðingartiltøkum og annars veita holla og góða kunning um prosessina.

5. Vitanardeiling, førleikamenning og trivnaður

Fyri at tryggja at undirvísingin verður á høgum støði, verður dentur lagdur á, at virka fyri at seta skikkaðar lærarar, og at geva rúm fyri førleikamenning, so førleikin eisini fylgir menningini í samfelagnum sum heild.

Starvsfólk skúlans hava virðismikla vitan, sum arbeitt verður við í størri mun, at bera fram læraranna millum og út í almenna rúmið.

Dentur verður lagdur á, at skipa trivnaðarátøk, eisini í mun til umskiftið og flytingina í nýggja skúlan í 2019.

 

RAÐFEST VERKEVNI fyri 2019/2020 við støði í høvuðsuppgávu, framtíðarmynd og strategimálum:

Nr.

Verkevni

Strategimál

Mál 2019-2020

1

Nútímans undirvísingartilboð

1

Miða verður eftir at raðfesta frálæru fyri 5-6 ára gomlum børnum, frálæru í sangi og kórsangi, undirvísing í at gera løg/sangir, at framleiða tónleik og annars, í smb. við nýggjar hættir, at arbeiða við tónleiki, sum t.d. frálæra í ljóðviðgerð, upptøku og tónleiki við teldu.

2

Undirvísing á netinum

1

Frálæra á netinum verður partvíst brúkt í dag, men hesin undirvísingarformur letur upp fyri fleiri møguleikum, eisini í mun til hóskandi karmar í nýggja skúlanum. TM fer komandi árini at leggja seg eftir, at menna hetta slagið av frálæru.

3

nótar á netinum

1

Ein TM netgoymsla, har nótar kunnu goymast á netinum, verður tikin í nýtslu í nýggja skúlanum. So við og við verða nótar hjá TM skannaðir inn og lagdir í nótabankan. Skipanin tekur hædd fyri ásetingum um upphavsrætti og sáttmála millum TK og Fjølrit.

4

Normeringar fyri TM

1

Normeringsark er sett upp fyri ynskiligar tímar í TM. Arbeitt verður víðari við hesum í samstarvi við hinar musikkskúlarnar kring landið. Ætlanin er soleiðis at fáa yvirlit yvir alt musikkskúlavirksemi í landinum, hvørji ynskini eru og hvønn tørv samlaða skipanin frameftir hevur.

5

Fólkatónleikur

1

Fyrireika skipaða undirvísing í stimbrar mennignina av fólkatónleiki eisini í sameining við føroyskan siðaarv.

6

Improvisatión

1

Seta undirvísingartiltøk í verk sum eggja til kreativitet ”at finna uppá” og soleiðis leggja ein góðan gróðrarbotn fyri at næmingar TM kunnu verða partur av ymsum samanhangum í improvisatoriskum tónleiki.

7

Ljóðføri, keyp og umvæling

1

TM hevur nú útbúgvið fólk at taka sær av teimum vanligastu umvælingunum. Verkstað verður í nýggja skúlanum, og arbeitt verður við at seta tað upp soleiðis, at verkstaðið nøktar tørvin hjá umvælarunum. Skúlin fer frameftir at keypa ljóðføri at lána út, men tørvur verður eisini á, at keypa stór og dýr ljóðføri. Til størru keypini verður stuðul eisini latin frá privatum. TM hevur ljóðførisgrunn til endamálið og kunning um hetta er á heimasíðu skúlans.

8

Víðari menning av umsitingarskipanini

2

Arbeitt verður við at menna umsitingarskipan TM enn meiri.

Umsitingarskipanin verður víðari ment og tengd at heimasíðu TM. Í næstum verður ein APP tøk, sum lættir um, ger skipanina meiri interaktiva og hevur fleiri møguleikar. Ein tillaging, sum væntandi eisini kemur á vári 2019, er skrásetingar skipan til royndir og próvtøkur.

9

Heimasíða sameind við umsitingarskipan TM

2

Eina heimasíðuloysn, sum arbeiðir saman við umsitingarskipanini, og sum soleiðis ruddar fyri færri dupultfunktiónum. Tankin er at hava eina ”hurð” inn til skúlan, bæði fyri lærarar, næmingar og foreldur, og útfrá hesum lata møguleikar upp fyri tí, sum brúk er fyri hjá ymsu brúkarunum í skúlanum. Heimasíðuarbeiðið tekur útgangsstøði í einum møguligum nýggjum samleika fyri TM

10

Samstarv við Fólkaskúlar í TK

3

Arbeitt verður við at skipa samstarv millum TM og ein av størru fólkaskúlunum í kommununi um eina frálæruskipan fyri blásarar.  Harafturat er ætlanin at fara í samstarv við fólkaskúlarnar í kommununi um eina ”Band Doctor” skipan í TM, har næmingar, sum hava tónleik nakrar vikur í ”Handverk og list” í fólkaskúlunum, kunnu koma á TM og hugsavna seg enn meiri um tónleik, og í eitt longri tíðarskeið við hjálp og vegleiðing frá musikklærarum í TM.

11

Samstarv við Glasir og aðrar miðnámsskúlar

3

Musikkskúla miðnám er nú staðfest í nýggju musikkskúlalógini saman við PO útbúgvingini. Arbeitt verður tí við at fáa ferð á samstarvið við Glasir og aðrar miðnámsskúlar í landinum.  Fyrstu fundirnir hava verið við støði í at samanbera/skriva námsætlanir, so grundarlag er at samstarva um næmingar á jøvnum føti.

12

Næmingar uttaneftir

3

Skipa so fyri, at til ber hjá næmingum uttaneftir at koma í TM at taka útbúgving, ella part av útbúgving í t.d. Musikkskúla miðnámi, PO ella í undirvísingar tilgongd av øðrum slagi.

13

Skipað samstarv við Setrið

3

Arbeitt verður við at gera eina samstarvsavtalu um næmingar sum ganga á Setrinum, og sum skulu hava undirvísing í tónleiki, men eisini at troyta teir møguleikar, sum annars eru í hesum samstarvi. Ynski er eisini uppá sikt at samstarva við Setrið soleiðis, at til ber at taka føroyskan tónleika Bachelor.

14

Sameina undirvísing í TM við tónleikalívið

3

Arbeiða fyri at undirvísingin í TM bæði rytmiskt og klassisk í størri mun verður flætta saman við tónleikalívinum í TK, um landið og í útlondum.

15

Virksemi uttanlands

3

Ynski er at hava økt samstarv bæði við musikkskúlar í Føroyum og uttanlanda. Bæði tá umræður vanliga musikkskúlaundirvísing og undirvísingarstovnar, sum vara av musikkskúlamiðnámi. Til hetta krevst fígging, og arbeitt verður áhaldandi við at fáa eina serstaka játtan til virksemið uttanlands.

16

Nýggi musikkskúlin á Hans Andriasargøtu

4

2019 verður merkt av, at fyrireika flyting í nýggja skúlan. Fleiri átøk skulu til, soleiðis at TM er til reiðar bæði innihaldsliga, skipanarliga og mentalt  at flyta inn í nýggja skúlin, sum verður tikin í nýtslu í 2019.

17

Førleikamenning

5

Í nýggju musikkskúlalógini stendur í viðmerkingunum leistur til førleikamenning. TM fer at leggja seg eftir, at hava førleikamennandi tiltøk fyri starvsfólk skúlans, eins og vitanardeiling verður fastur táttur á felags fundum í skúlanum.

18

Markamót

5

Greina og greiða markamót við tónleikaundirvísing millum Kvøldskúlan, Glasir, Setrið og Musikkskúlan.

  

SÁTTMÁLASKEIÐ & FRÁGREIÐINGAR

Sáttmálin er galdandi fyri 2019 – 2020.

Reglulig eftirmeting verður gjørd í sambandi við dialogfundir, umframt høvuðseftirmeting á vári 2020 í sambandi við dagførda avtalu fyri skúlaárið 2020-2021.

Verða fyritreytir munandi broyttar, eftir at avtalan er gjørd, verður støða tikin til møguligar broytingar.

Tórshavn, tann 23. apríl 2019

 

Sigurð Ó Vang, Mentamálaleiðari Tórshavnar Kommuna

Andrea Heindriksdóttir, leiðari Tórshavnar Musikkskúli