Samband
Skip to the content

FRAMTÍÐARLÝSING

Tórshavnar Musikkskúli er sandkorn á heimsins dansigólvi. Um 20 ár er sandkornið ein stór glitrandi perla – ein tónleikamiðdepil, sum hevur vakt altjóða ans.

HØVUÐSUPPGÁVA & ENDAMÁL

Endamálið hjá Tórshavnar Musikkskúla er:

  • at menna musikalsku gávur næminganna 

  • at vekja ans fyri tónleiki 

  • at leggja støði undir einum ríkum musikklívi og skipa fyri konsertum.


Yrki skúlans fer fram í samarbeiði við heim, skúla og aðrar musikkfelagsskapir. 


Tórshavnar Musikkskúli veitir grundútbúgving og miðnámsútbúgving í sangi og/ella instrumentalundirvísing, samanspæli, í orkesturspæli og kórsangi. Støðið í udirvísingini verður tikið í kunnleikanum um tónleik í breiðum høpi, og um nýggjar og gamlar framburðarhættir innan tónleikin. Harafturat skipar skúlin fyri næmingaframførslum. 


FRAMTÍÐARMYND

Tórshavnar Musikkskúli er:

  • smidligur, framkomin og altjóða viðurkendur skúli, sum bjóðar fullfíggjað tilboð á høgum fakligum stigi til børn og ung.
  • eitt mennandi og skapandi arbeiðspláss.
  • virkin leikari í tónleikalívinum í býnum.