Skip to main content Skip to footer

Klassisk deild

Í klassisku deildini er høvuðsgreinin antin eitt ljóðføri ella klassiskur sangur. Tónleikurin, ið arbeitt verður við í klassisku deildini, er vanliga niðurskrivaður og tulkaður umvegis nótar. 

Fyrireika teg til 
upptøkuroyndina til
klassiskt miðnám

Høvuðsfak

Til upptøkuroyndina skalt tú spæla ella syngja minst 2 tónleikaverk (í alt 10 minuttir) av ymiskum lyndi, har minst eitt av teimum skal verða framført sum kamartónleikur ella við fylgispæli. Hetta er ikki ein treyt fyri akkordljóðføri (t.d. klaver, gittar, akkordeon og orgul). Á høvuðsljóðførinum verður roynd í Prima Vista (sí dømi niðanfyri) og skalaspæli 

Dømi um Prima Vista roynd í høvuðsfaki:

  • Prima Vista, Fagott
  • Prima Vista, Trombon
  • Prima Vista, Violin
  • Prima Vista, Akkordeon
  • Prima Vista, Sello
  • Prima Vista, Slagverk
  • Prima Vista, Klaver 
  • Prima Vista, Trompet
  • Prima Vista, Saksofon
  • Prima Vista, Klarinett
  • Prima Vista, Viola (bratch)
  • Prima Vista, Sangur
  • Prima Vista, Euphonium
  • Prima Vista, Tvørfloyta
  • Prima Vista, Gittari

Hjálærufak

Har verður roynd í grundleggjandi hørelæru: (sí dømi niðanfyri)

  • Herma eftir sungnum ella spældum melodium
  • Eftirklapping av rútmum.
  • Prima Vista-framførsla av rútmum og bladsangi
  • Samanbering av 2 intervallstøddum
  • Akkordhoyring í dur og mol

Dømi um roynd í síðufaki:

  • Hørelæra, klassisk linja