Samband
Skip to the content

UNDANSKEIÐ

 

Tónleikarar, ið ynskja at fyrireika seg til upptøku til Musikkskúla miðnám ella Orgulleikaraútbúgvingina, kunnu søkja um upptøku til undanskeið. 

  • Undanskeiðið kann innihalda økta undirvísing í høvuðsljóðførinum og hjálærugreinunum hoyrilæru og teori.
  • Undirvísingin í hoyrulæru og teori byrjar við skúlaársbyrjan í august og endar í mai.
  • Tað kostar einki eyka at ganga á Undanskeiðinum. Um næmingur, ið ikki frammanundan er næmingur á skúlanum, verður tikin inn á Undanskeiðið, er kostnaðurin kr. 1.000,- 

Tilmelding og kunning er at finna á heimasíðu Tórshavnar Musikkskúla um undirvísingartilboð - Undanskeið

Undanskeiðið er til tín, sum ynskir at ganga í Musikkskúla miðnámi, men hevur tørv á at fyrireika upptøkuna. Tónleikarar, ið ynskja at fyrireika seg til upptøku til Musikkskúla miðnám kunnu søkja um upptøku til undanskeið. 

Vend aftur til fyrstu síðu