Samband
Skip to the content

FRÁLÆRAN

 

NORMERING OG UPPBYGNAÐUR Í ÚTBÚGVINGINI

Orgulleikaraútbúgvingin er ein 3 ára parttíðarútbúgving 

Orgul sum høvuðslærugrein kann vera samskipað við høvuðslærugreinir á musikkskúlamiðnámsútbúgvingini.

  • Tónleikaligar hjálærugreinir eru musikkteori, hoyrilæra, klaver, orgulkunnleiki, sangur, kórleiðsla og tónleikavitan. Undirvíst kann vera í øðrum tónleikaligum hjálærugreinum.
  • Tónleikaligar hjálærugreinir kunnu vera samskipaðar við hjálærugreinir á musikkskúlamiðnámsútbúgvingini.
    Kirkjuligu hjálærugreinir eru liturgik og sálmavitan.
  • Musikkskúlaskipanin kann samstarva við avvarðandi stovn, felagsskap ella myndugleika um undirvísing í greinum og hjágreinum, sum hoyra til í kirkjuligum og í samkomuligum høpi.

Orgulleikaraútbúgvingarsamskiparin ger námsætlan, leiðreglur og mannagongdir fyri orgulleikaraútbúgvingina undir ábyrgd av kommunala musikkskúlaleiðaranum.

Vikutímatalið hjá næminginum er í miðal 3,5 tímar.

ENDAMÁLIÐ VIÐ ÚTBÚGVINGINI

Eftir lokna útbúgving er umsøkjari førur fyri fylgjandi: 

Vitan og fatan 

  • Hevur kunnleika til eitt breitt úrval av tinnan ymisk sløg av tónleiki, ið verða nýtt í kirkjuligum samanhangi.
  • Hevur kunnleika til ymiskan tónleikaligan framførslustíl, instrumentalan og raddarligan. 
  • Hevur innlit í liturgi umframt teologisk grundhugtøk. 
  • Hevur innlit í ymiskt tvørfakligt samstarv og skil fyri samanspæli og samarbeiði millum ymisk yrkisføri / yrkisgrein.
  • Hevur kunnleika til fólkakirkjuna sum arbeiðsøki umframt tónleika- og mentunarlívið yvirhøvur. 

Dugnaskapur

  • Hevur neyðugan tónleikaligan og hondverksligan førleika sum organistur, klaverleikari og kórleiðari, soleiðis megna at leiða og hava fylgispæl til sálmasang, felagssang og kórsang innan eitt breitt úrval av tónleiki, ið veðrur nýtt í kirkjuligum samanhangi
  • Hevur neyðugan tónleikaligan og hondverksligan førleika á orglinum sum høvuðsljóðføri. 
  • Hevur grundleggjandi dugnaskap innan miðling av evnum, ið viðvíkja kirkjutónleikaligum viðurskiftum.  

Førleikar

  • Megnar at taka listarliga grundaðar fakligar og kirkjuligar avgerðir. 
  • Megnar at seta saman verandi vitan og førleikar á nýggjan hátt. 
  • Megnar at leita upp, samla saman og leggja fram vitan. 
  • Megnar at samskifta munnligt. 
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og hugleiða um egið yrki.
  • Megnar at samstarva. 

SKIPAN AV ÚTBÚGVINGINI, INNIHALD, EINSTØKU LÆRUGREINARNAR OG PRÓVTØKUR

Høvuðsøki, í verki og tónleikaliga

Orgul

Læringsmål:

  • At duga at tilrættisleggja og framføra tónleikin til gudstænastur og kirkjuligar tænastur.
  • At duga leiða sálmasangin og tey liturgisku liðini frá orglinum.
  • At duga solistiskt orgulspæl.
  • At duga at seta saman og framføra sálmaforspæl, modulatiónir og stuttar improvisatiónir.
  • At duga at hava fylgisspæl til solistar og kór.
  • At duga at velja og læra tónleik í ymsum stílum, genrum og satssløgum.
  • At hava innlit í registrering og framførslu eftir galdandi siðvenju.

Innihald

  • Grundleggjandi manual- og pedalteknik.
  • Sálmaspæl eftir vanligum koralbókum við og uttan pedal, harafturat lagaspæl.
  • Sálmaforspæl, modulatiónir og fríar yvirgongdir.
  • Liturgisku liðini.
  • Frí og koralbundin orgulverk frá ymsum stílskeiðum til guðstænastu- og konsertbrúk.
  • Framburður (artikulatión) og frasering.
  • Lærings- og venjingarhættir.
  • Registreringssiðvenja.

 

Vend aftur til fyrstu síðu