Samband
Skip to the content

ORGULLEIKARA ÚTBÚGVINGIN

HVAT ER ORGULLEIKARA ÚTBÚGVINGIN?

 

Orgulleikaraútbúgvingin er ein 3 ára preliminer útbúgving í orgulspæli.

Orgulleikaraútbúgvingin verður roknað sum førleiki at spæla á orgul til sálmasang, og at spæla inngangsspæl, útgangsspæl og konsertspæl í kirkjuligum og í samkomuligum høpi. Vegleiðandi byrjanarstig er ájavnt 4. stigi hjá Associated Board of The Royal Schools of Music.

Næmingurin skal, eftir 3 ára nám, hava førleika til, í kirkjuligum og í samkomuligum høpi, at spæla á orgul til sálmasang, og at spæla inngangsspæl, útgangsspæl og konsertspæl. Eisini skal næmingurin duga at gera forspøl til sálmar og leiða kór.

Endamálið við útbúgvingini

Endamálið við útbúgvingini er at útbúgva tann lesandi at røkja tónleikaligar og aðrar tónleikakirkjuligar uppgávur í føroysku fólkakirkjuni. Harumframt at vera partur av øðrum tónleikaligum virki, ið er partur av kirkjuligu tænastunum. 

Endamálið við útbúgvingini er at røkka tekniskum, musikalskum og teoretiskum grundarlagi fyri at arbeiða sum kirkjutónleikari við høvuðsdenti á orgul og kórleiðslu. 

KOSTNAÐURIN FYRI ORGULLEIKARAÚTBÚGVINGINI ER 2.400 KR ÁRLIGA