Skip to the content

KLASSISK DEILD

Í klassisku deildini er høvuðsgreinin antin eitt ljóðføri ella klassiskur sangur. Tónleikurin, ið arbeitt verður við í klassisku deildini, er vanliga niðurskrivaður og tulkaður umvegis nótar. 

Upptøkuroyndin

  • Næmingurin framførir tvey ella fleiri styttri verk/løg á egnum ljóðføri. Verkini eiga at umboða ymisk lyndiseyðkenni.
  • Roynd í blaðspæli ella framførsla av stuttum stykki, ið umsøkjari hevur fingið frammanundan (blaðsangur fyri sangarar)
  • Roynd í tónastigaspæli, arpeggio ella øðrum, tengdar at ávísu ljóðførunum.
  • Úrslitið frá undanroyndini er tøkt hjá próvdómarunum, men kann umsøkjari verða royndur í hoyrulæru, um próvdómarar meta, at hetta er neyðugt.
  • Skúlin útvegar ikki umsøkjarum klaverfylgispælara ella samanspælsbólk til upptøkuroyndir av sínum eintingum, men skúlin kann hjálpa umsøkjarum at finna ein.
  • Krøv til ymsu ljóðførini eru at síggja undir LESIÆTLANIR

Hoyrilæra

  • Undanroyndir eru í hoyrilæru nakrar dagar innan royndina í høvuðsljóðføri. Henda royndin er vegleiðandi.

Teori:

  • Undanroyndir eru í teori nakrar dagar innan royndina í høvuðsljóðføri. Henda royndin er vegleiðandi.

Samrøða

  • Upptøkuroyndin endar við stuttari samrøðu millum umsøkjara og próvdómarar

Tekna teg til Musikkskúla Miðnám?

Umsóknarfreistin at søkja um upptøku er 15 mars 2020

Tú kanst tekna teg til upptøkuroynd her á síðuni. 

 

 

Aftur til fyrstu síðu