Skip to the content

MUSIKKSKÚLA MIÐNÁM

HVAT ER MUSIKKSKÚLA MIÐNÁM?

 

Musikkskúlamiðnámsútbúgvingin er ein 3 ára tónleikaútbúgving, ið gevur framkomnum næmingum eitt skipað undirvísingartilboð á miðnámsstigi. Tað er Tórshavnar Musikkskúli, sum bjóðar út og skipar frálæruna í Musikkskúlamiðnám. Musikkskúlamiðnám er í trimum deildum. 

  • Klassisk deild
  • Rútmisk deild
  • Framleiðslu deild

ENDAMÁLIÐ VIÐ MUSIKKSKÚLA MIÐNÁMIÐ ER AT:

  • geva áhugaleikarum í Føroyum eina holla tónleikaútbúgving.
  • fyrireika evnaríkar næmingar til nám á hægri tónlistaskúla.

Fortreytir

Útbúgvingin er fyri 14 til 25 ára gomul úr øllum landinum. Undantak í aldurskravi kann gerast, um mett verður, at grundarlag er fyri tí. Næmingar, ið verða mettir at standa eina upptøkuroynd á musikkkonservatorium eftir 3 ára musikkskúlamiðnámsútbúgving, kunnu verða upptiknir á musikkskúlamiðnáms- útbúgvingina.

Møtiskylda

Næmingar í Musikkskúla miðnámi hava møtiskyldu til alla undirvísing og verður uppmøting og frávera skrásett í umsitingarskipan skúlans. 

Krøvd frálæra

Miðað verður eftir, at endaliga yrkisliga støðið á Musikkskúla miðnáms næmingum á høvuðsljóðførinum og hjálærugreinum í minsta lagi er tilsvarandi krøvunum til hægri lestur innan tónleik á konservartorium. 

Ein høvuðslærugrein kann vera eitt ljóðføri, sangur, teori, lagskriving, framleiðsla, kompositión, hoyrilæra, tónleikasøga, musikkterapi og aðrar lærugreinir innan tónleikaøkið.

Kravdar hjálærugreinir kunnu vera klaver, teori, hoyrilæra, søga, kamartónleikur, samanspæl ella improvisatión. Undirvísast kann í øðrum hjálærugreinum, tá ið útbúgvingarlig atlit krevja tað.

Tónleikaligar hjálærugreinir á musikkskúlamiðnámsútbúgvingini kunnu vera samskipaðar við samsvarandi tónleikaligar lærugreinir í tónleiki á hástigi á gymnasialum miðnámsútbúgvingunum, fyri lesandi, ið ganga á báðum útbúgvingunum.

  • Næmingar luttaka í samsnspæli eftir avtalu við ljóðførislæraran og annars í mun til samskipanina av frálæruni. Til ber eisini at luttaka í verandi orkestrum í Tórshavnar Musikkskúla.
  • Vikutímatalið hjá næminginum er í miðal 9 tímar.
  • Undirvísingin er skipað soleiðis, at næmingurin skal vera til staðar í undirvísingini. 

KOSTNAÐURIN FYRI MUSIKKSKÚLAMIÐNÁM ER 2.400 KR ÁRLIGA. 

Tekna teg til Musikkskúla Miðnám?

Umsóknarfreistin at søkja um upptøku er 15 mars 2020

Tú kanst tekna teg til upptøkuroynd her á síðuni.