Samband
Skip to the content

MUSIKKSKÚLA MIÐNÁM

HVAT ER MUSIKKSKÚLA MIÐNÁM?

 

Musikkskúlamiðnámsútbúgvingin er ein 3 ára tónleikaútbúgving, ið gevur framkomnum næmingum eitt skipað undirvísingartilboð á miðnámsstigi. Tað er Tórshavnar Musikkskúli, sum bjóðar út og skipar frálæruna í Musikkskúlamiðnám. Musikkskúlamiðnám er í trimum deildum. 

  • Klassisk deild
  • Rútmisk deild
  • Framleiðslu deild

ENDAMÁLIÐ VIÐ MUSIKKSKÚLA MIÐNÁMIÐ ER:

  • at geva áhugaleikarum í Føroyum eina holla tónleikaútbúgving. At næmingurin fær kunnugleika, vitan og førleikar fyri at útinna og skapa tónleik. Miðnámið er ein møgulieiki at rannsaka og menna síni tónleikaligu evni við støði í høvuðsljóðførinum, stuðla av tilhoyrandi hjálærugreinum.

  • at fyrireika evnaríkar næmingar til nám á hægri tónlistaskúla.

Fortreytir

Útbúgvingin er fyri 14 til 25 ára gomul úr øllum landinum. Undantak í aldurskravi kann gerast, um mett verður, at grundarlag er fyri tí. Næmingar, ið verða mettir at standa eina upptøkuroynd á musikkkonservatorium eftir 3 ára musikkskúlamiðnámsútbúgving, kunnu verða upptiknir á musikkskúlamiðnáms- útbúgvingina.

Møtiskylda

Næmingar í Musikkskúla miðnámi hava møtiskyldu til alla undirvísing og verður uppmøting og frávera skrásett í umsitingarskipan skúlans. 

Krøvd frálæra

Miðað verður eftir, at endaliga yrkisliga støðið á Musikkskúla miðnáms næmingum á høvuðsljóðførinum og hjálærugreinum í minsta lagi er tilsvarandi krøvunum til hægri lestur innan tónleik á konservartorium. 

Ein høvuðslærugrein kann vera eitt ljóðføri, sangur, teori, lagskriving, framleiðsla, kompositión, hoyrilæra, tónleikasøga, musikkterapi og aðrar lærugreinir innan tónleikaøkið.

Kravdar hjálærugreinir kunnu vera klaver, teori, hoyrilæra, søga, kamartónleikur, samanspæl ella improvisatión. Undirvísast kann í øðrum hjálærugreinum, tá ið útbúgvingarlig atlit krevja tað.

Tónleikaligar hjálærugreinir á musikkskúlamiðnámsútbúgvingini kunnu vera samskipaðar við samsvarandi tónleikaligar lærugreinir í tónleiki á hástigi á gymnasialum miðnámsútbúgvingunum, fyri lesandi, ið ganga á báðum útbúgvingunum.

  • Næmingar luttaka í samanspæli eftir avtalu við ljóðførislæraran og annars í mun til samskipanina av frálæruni. Til ber eisini at luttaka í verandi orkestrum í Tórshavnar Musikkskúla. 

  • Vikutímatalið hjá næminginum er í miðal 9 tímar um vikuna. 

  • Undirvísingin er skipað soleiðis, at næmingurin skal vera til staðar í undirvísingini. 

Yvirskipaði førleikamál

Eftir at hava gjøgnumført Musikkskúla miðnám hevur hvør einstakur næmingur ognað sær fylgjandi førleikar:

  • Næmingurin megnar at skapa/miðla tónleik, ið er borin av sjálvstøðugari, tónleikaligari og listarligari styrki, og vísir har ígjøgnum fatan fyri, hvussu ljóðførið kann nýtast tónlistarligt, fyri tónleikaligum samanheingi og heild.

  • Næmingurin evnar (alt eftir deild og høvuðsfrálæru) at handfara sítt ljóðføri sannførandi, at brúka kroppin gagnliga umframt at samvirka sjálvstøðugt og skapandi í tónleikaligum samanhangi. 

  • Næmingurin evnar (alt eftir deild og høvuðsfrálæru) at tónseta, finna uppá (improvisera), skriva, framleiða egnan tónleik og grunda um egnan og   Eleven evner (alt efter linje og hovedfag) at komponere, improvisere, notere, producere egen musik og reflektere over egen og annan tónleik.

  • Næmingurin er førur fyri at meta um tónleik í einum søguligum, samfelagsligum og vinnuligum høpi og er byrjaður at gera sær yrkis- og virkisligar arbeiðsroyndir. 

  • Næmingurin kann eyðkenna egnan lærutørv og menningarmøguleikar umframt at skipa egi arbeiðsavrik.

  • Næmingurin kann søkja upptøku á hægri tónlistaskúla 

KOSTNAÐURIN FYRI MUSIKKSKÚLAMIÐNÁM ER 2.400 KR ÁRLIGA.