Skip to the content

Upptøkuroynd í høvuðsljóðføri

Mannagongd:
  • Umsøkjari framførir síni sjálvvaldu verk
  • Umsøkjari framførir tónastigar ella tær uppgávur, ið eru ásettar til ávísu ljóðførini.
  • Umsøkjari framførir blaðsspæl, talsetingar og/ella tað verk, ið frammanundan honum er handað. Til blaðspæls/talsetingarroyndina fær umsøkjari lítla løtu at umráða seg í (umleið 1 min).
  • Eftir spæl ella framførslu, verður stutt samrøða við umsøkjaran
  • Upptøkuroyndin í høvuðslærugreinunum sangskriving, tónasmíð og framleiðslu, er í mesta mun framløga og samrøða við umsøkjaran, har ið próvnevndin frammanundan hevur fingið tilfar sendandi at meta út frá.
  • Próvnevnd og faklærari meta um avrikið
  • Umsøkjari er ikki tilstaðar meðan mett verður
  • Umsøkjari fær skrivlig boð um próvtal og um upptøku á Musikkskúla miðnámi í seinasta lagi tveir yrkadagar eftir at allar upptøkuroyndir hava verið.
  • Grundgivið verður ikki fyri avgerðini í skrivligu boðunum.

Ársroynd og próvtøka í høvuðsljóðføri 

Mannagongd:
  • Próvtakari/næmingur framførir síni sjálvvaldu verk
  • Próvtakari/næmingur er ikki tilstaðar meðan mett verður.
  • Próvnevnd og faklærari meta um avrikið
  • Roynd og próvtøka í høvuðslærugreinunum sangskriving, tónasmíð og framleiðslu, er í mesta mun framløga og samrøða við umsøkjaran, har ið próvnevndin frammanundan hevur fingið tilfar sendandi at meta út frá.
  • Faklærari er tilstaðar undir allari royndini, men ikki til endaligu metingina og próvtal
  • Eftir at próvnevndin hevur mett um avrikið, verður stutt samrøða við próvtakara/næming.
  • Til ársroynd og gevur próvnevndin munnlig boð við próvtølum. Sama er galdandi fyri próvtøku.

Upptøkuroyndin:  Egin framførslu 6-8 min. (Harafturat tónastigar/blaðspæl/venjingar og samrøða)

1. ársroynd:  Egin framførsla 10 min. og samrøða)

2. ársroynd:  Egin framførsla 12-15 min. og samrøða)

Próvtøka:    Egin framførsla 15-18 min. og samrøða)

Til ársroynd og próvtøku er ikki tónastigaspæl ella aðrar venjingar

Serroyndir í høvuðsfakunum eru í mars mánaða, har ið royndir eru í blaðspæli, improvisatión, talsetingum ella øðrum tekniskum ella serstøkum greinum fyri ljóðføri ella høvuðsfakið. Henda royndin kann eisini vera ein uppgáva, ið frammanundan er handað næminginum.

Samskiparin á Musikkskúamiðnámi og lærari kunna í felag næmingin um innihaldið sambært námsætlanini.

Samskiparin  á Musikkskúlamiðnámi, kunnar frammanundan próvtakara, próvdómarar og faklærara um serstøk krøv sambært námsætlanini, og fyrireikar tað tilfar, ið skal nýtast til royndina ella próvtøkuna.

Próvdómarar:

Próvnevndin er mannað við fýra fólkum.

  • Einum eksternum próvdómara, ið ikki er lærari á Tórshavnar musikkskúla. Ymiskir próvdómarar eru til klassiskt og rútmiskt.
  • Eitt umboð fyri leiðsluna á Tórshavnar musikkskúla
  • Samskiparin fyri Musikkskúlamiðnám, ið leiðir, skipar fyri og fyrireikar royndina
  • Ein av leiðsluni settur faklærari. Hesin kann vera lærari umsøkjarans/næmingsins. Faklærari skal meta um avrik umsøkjarans. Faklærarin er tilstaðar alla royndina, tó ikki til endaligu støðutakan til próvtal.
  • Umsøkjari til upptøkuroynd fær skrivlig boð um upptøku á Musikkskúlaiðnámi og próvtal í seinasta lagi tveir yrkadagar eftir at allar upptøkuroyndir hava verið.
  • Næmingur til ársroynd og próvtøku fáa próvtal frá próvnevndini til samrøðu eftir royndina.
  • Próvnevndin verður at innstilla umsøkjarar til upptøku eftir raðfesting, um fleiri skikkaðir umsøkjarar eru, enn pláss er fyri. Henda raðfesting verður bert handað leiðsluni til innanhýsis nýtslu.
  • Grundgivið verður ikki fyri próvtali ella øðrum í skrivligu boðunum, ið umsøkjarar fáa
  • Limirnir í próvnevndini eru fevndir av reglum um tagnaðarskyldu og um gegni
  • Musikkskúlamiðnám fylgir kunngerðini um próvtøkur á miðnámsútbúgvingini undir musikkskúlalógini.

Til ársroyndir og próvtøkur í hjálærugreinunum (teori/hoyrilæru/klaver – praktiskt og skrivligt),  eru tað lærarar á Musikkskúlamiðnámi, ið eru ávikavíst faklærari og próvdómari.

Royndir og próvtøkur

  • Støðuroyndir eru í ymsu lærugreinunum.
  • Framhaldandi skúlagongd á Musikkskúla Miðnámi er treytað av nøktandi framgongd og av, at møtiskyldan verður hildin.
  • Skeiðið endar við próvtøku, ið svarar til upptøkukrøvini til lærdan tónlistarskúla.
  • Prógv verður handað eftir lokna skúlagongd.
  • Umsøkjari verður mettur eftir vanligu próvtalsskipanini.
  • Upptøka av næmingum er treytað av fíggjarligu karmum Musikkskúlans.
  • Skikkaðir umsøkjarar verða av próvdómarunum raðfestir, so at teir við bestu úrslitunum verða tiknir inn fyrst.
  • Umsøkjari, ið er tikin inn á Musikkskúla miðnám, skal innan 3 vikur frá játtanarskrivinum, vátta, at hon/han vil gerast næmingur.