Skip to the content

Lestrarvegleiðing

Spurningar viðvíkjandi Musikkskúlamiðnámi (MuMi) kunnu setast Ólavi Jakobsen, ið samskipar útbúgvingina um alt landið, og eisini virkar sum lestrarvegleiðari hjá næmingum á MuMi og næmingum, ið ætla at søkja um upptøku. Hann kann vegleiða um alt, ið hevur við MuMi at gera, og kann eisini veita tykkum upplýsingar um útbúgvingar uttanlands.

Øll eru vælkomin at seta spurningar ella biðja um tíð til samrøðu í trúnaði. 

Tak niður faldara um Musikkskúlamiðnám

Ólavur Jakobsen, t-postur: olavur@torshavn.fo – tlf. 516434. Hittist, eftir avtalu á Tórshavnar musikkskúla hósdagar kl. 14 til 17