Skip to the content

Almennir upplýsingar

  • Tvær breytir eru: ein klassisk og ein rútmisk.
  • Undirvíst verður í ljóðførisspæli, sangi, lagskriving, tónleikaterapi, framleiðslu, kompositión og øðrum vanligum tónleikagreinum.
  • Skeiðið varir í 3 ár.
  • Møguleiki er ikki at søkja útbúgvingarstuðul.
  • 10 næmingar verða tiknir inn á hvørjum ári.
  • Næmingar í aldrinum 14-25 ár kunnu søkja um at koma inn á hesa útbúgving. Tó kunnu undantøk verða í einstøkum førum.
  • Øll kunnu søkja um upptøku.
  • Kostnaðurin fyri eitt skúlaár á Miðnámi er kr. 2.400,-
  • Upptøka á Musikkskúlamiðnám er treytað av, at skikkaður lærari er tøkur

Tak niður faldara um Musikkskúlamiðnám

Treytir

  • Møtiskylda er til alla undirvísing á Musikkskúla Miðnámi.
  • Øll almenn framførsla og luttøka í saman- og orkesturspæli, skal frammanundan avtalast við høvuðsljóðførislærara.
  • Næmingar og foreldur kunna seg um tiltøk og verkætlanir á heimasíðu skúlans ella á telduskipan skúlans, ið næmingar fáa atgongd til.
  • Næmingur skal, í samráð við lærara og skúla, sjálvur ogna sær undirvísingartilfar.
  • Næmingar á Musikkskúla miðnámi skulu annars fylgja øllum teim reglum og fyriskipanum, ið eru á Musikkskúlanum.

Royndir og próvtøkur

  • Støðuroyndir eru í ymsu lærugreinunum.
  • Framhaldandi skúlagongd á Musikkskúla Miðnámi er treytað av nøktandi framgongd og av, at møtiskyldan verður hildin.
  • Skeiðið endar við próvtøku, ið svarar til upptøkukrøvini til lærdan tónlistarskúla.
  • Prógv verður handað eftir lokna skúlagongd.
  • Umsøkjari verður mettur eftir vanligu próvtalsskipanini.
  • Upptøka av næmingum er treytað av fíggjarligu karmum Musikkskúlans.
  • Skikkaðir umsøkjarar verða av próvdómarunum raðfestir, so at teir við bestu úrslitunum verða tiknir inn fyrst.
  • Umsøkjari, ið er tikin inn á Musikkskúla miðnám, skal innan 3 vikur frá játtanarskrivinum, vátta, at hon/han vil gerast næmingur.

Ársætlan og tímatalva

  • Ársætlan verður handað næminginum við skúlaársbyrjan.
  • Tímatalvan verður løgd tilrættis við atliti at tørvi næmingsins og at hon sampakkar við skúlagongd ella arbeiði næmingsins.
  • Miðað verður eftir, at hjálærugreinarnar eru í blokkum somu dagar, helst 2 ella 3 fastar dagar í vikuni.
  • Nakrar lærugreinar eru verkætlanir og verður hetta boðað næmingum frá við skúlaársbyrjan ella við boðum á heimasíðu og telduskipan skúlans.
  • Samskiparin á Musikkskúla Miðnámi, saman við høvuðslærara, virkar sum vegleiðari og kontaktpersónur í ivamálum hjá næmingum ella foreldrum.

Dømi um tímatalvu

  • Tímatalvan verður løgd tilr ættis við atliti at tørvi einstaka næmingsins.
  • Um næmingur í hjálærugreinum vísir góð evni, kann viðkomandi fara til endaliga roynd innan ásettu tíð.
  • Møguleiki er at geva næmingum, ið hava fyri neyðini, eyka undirvísing í serligum lærugreinum
  • Økt fyrireikandi undirvísing kann skipast, um næmingur ætlar at søkja um upptøku á lærdan tónlistarskúla.
  • Undirvísing í vallærugrein kann skipast, um skúlin játtar hesum.