Skip to the content

Musikkskúlamiðnám

Endamál:

  • at geva framkomnum næmingum eitt skipað undirvísingartilboð á miðnámstigi
  • lutvíst at nøkta tørvin á einari hollari grundútbúgving til áhugaleikarar
  • at fyrireika evnaríkar næmingar til framhaldslestur á lærdum tónlistarskúla

Skúlaárið:

  • byrjar 22. august 2019 og endar 1. juni 2020

Upptøkuroyndir:

  • Upptøkuroyndir í høvuðsljóðføri eru: 4. mai (klassiskt) og  5. mai (rútmiskt)
  • Royndir í hoyrulæru og teori  sum hjálærugrein, eru 2. mai. (Hesar royndir eru vegleiðandi)
  • Umsøkjari skal persónliga møta til allar royndir. Møguleiki er at senda inn upptøkur, um ein er búsitandi ella staddur uttanlands.
  • Freist at søkja er 15. mars 2020. Tilmeldingin er virkin frá 1. februar 2020.

Útbúgvingin er staðsett á Tórshavnar musikkskúla, men allir tónleikarar í Føroyum kunnu søkja um upptøku. 

Samskipari og vegleiðari á Musikkskúlamiðnámi er Ólavur Jakobsen, tlf. 516434, t-postur: olavur@torshavn.fo. Hann hittist, eftir avtalu, á skúlanum hósdagar frá kl. 14-17

 

Alment

Royndir & próvtøkur – mannagongdir

Lestrarvegleiðing – Spurningar

Lesiætlanir

Møtiskylda Frávera Farloyvi

Upptøkukrøv

Undanskeið

Útbúgvingina uttanlands