Samband
Skip to the content

NYKBRANDUR

Tann, ið á fyrsta sinni sær hetta listaverkið, kann sum eg hugsa soleiðis:

  1. Verkið ímyndar tey hugskot, sum føddust í huganum á tónlistamanninum/íbirtaranum, ið verður heiðraður. Tey kykna upp sum stjørnuskot – summi verða til veruleika og skapa stjørnustundir, summi bleiktra og slokna aftur – liva tó í huganum á tónlistamanninum og øðrum tónlistafólkum, sum fáa onnur hugskot av teimum. Verk tónlistamansins er sum nykbrandar á himmalhválvinum.
  1. Onnur hugsan um listaverkið er, at linjurnar í tí mynda ósæddu rørslurnar, vit kunnu hugsa okkum, tá ið vit hugsa um dirigentstavin í hondum á einum kórleiðara/dirigenti.
  1. Eitt triðja, sum rann í hugan, var lívslangi áhugi tónlistamansins fyri føroyska bátinum.

NYKBRANDUR er ikki óvanligt bátsnavn. Sjálvur kenni eg tað úr Sandvík. Tað var tíggjumannafar, sum teir brúktu millum annað til kappróður.

*

Í “Móðurmálsorðabókini” verður nykbrandur lýstur soleiðis: “fallandi loftsteinur sum gerst gløðandi í lofthavinum uttan um jørðina (og dregur ljósrípu eftir luftini)”

Í orðaseðlasavninum á Føroyamálsdeildini kemur orðið Nykbrandur fleiri ferðir fyri. Elsta uppskriftin er úr orðabók Svabos (um 1780). Hann skrivar:

  • niikbrandur – Dragen, draco volans og vísir til norskt Vejrbrand og íslendskt Vigabrandur.
  • Nicolai Mohr (um 1780) og Jørgen Landt (um 1800) nevna eisini orðið.

Dømi úr seðlasavninum:

  • “eldkúla,  jarnsteinur (meteor) sum lýsir, tá ið hann gerst gløðandi í luftlagnum uttan um jørðina.”
  • “eldgrøv, t.d. eftir nykbrandi.”

Hildið verður, at navnið stavar frá tí yvirtrúgv, at nykurin hevur brennandi ljós á halanum.

Árni Dahl

Listakvinna: Guðrið Poulsen

Listakvinna: Guðrið Poulsen

Listakvinna: Guðrið Poulsen

Listakvinna: Guðrið Poulsen

Listakvinna: Guðrið Poulsen

Listakvinna: Guðrið Poulsen