Skip to main content Skip to footer

Tórshavnar Musikkskúli

Musikkskúla­miðnám

Tak næsta stig í tónleikinum. Menn tíni evni saman við øðrum ungum tónleikarum.

3 árútbúgving14–25 áraldursbólkur3 deildirvel tína leið
Ungir tónleikarar spæla saman

Eg vil søkja inn

Finn tína deild og fá greiðu á, hvussu tú fyrireikar teg til upptøkuroyndina.

Upptøkuroynd og umsókn

Eg gangi á miðnámi

Finn tímatalvu, boð og ta kunning, tær tørvar í gerandisdegnum.

Rita inn í SpeedAdmin

Hevur tú spurningar? Skriva til Ólav Gaard, miðnámssamskipara, ella ring 22 29 58.

Musikkskúlamiðnám

Trý ára tónleikaútbúgving fyri ung í aldrinum 14–25 ár. Vel leiðina til upptøku ella finn tað, tær tørvar í gerandisdegnum sum næmingur.

Eg vil søkja inn

Vel millum klassiska deild, rútmisku deild og framleiðsludeild. Finn krøvini og fyrireika teg til upptøkuroyndina.

Spurningar um upptøku? Skriva til miðnámssamskiparan.

Eg gangi á miðnámi

Her finnur tú leiðina til undirvísingina, reglurnar og tey, sum kunnu hjálpa tær.

Frávera er lýst í kapitli 4 í handbókini; venjingarrúm og atgongd í kapitli 6.

Ivamál? Skriva til Ólav Gaard, samskipara, ella ring 22 29 58.

Musikkskúla Miðnám hevur givið mær møguleikan at menna míni tónleikaligu evni og fyrireika meg til hægri tónleikaútbúgving

Ernst D. Remmel - trompet, klassiskt

Hvør kann søkja um upptøku til Musikkskúlamiðnám?

Musikkskúlamiðnám er ætlað ungum, framkomnum tónleikarum í aldrinum 14 til 25 ár, sum hava áhuga og greið mál við sínum tónleiki ella sangi. Útbúgvingin ger teg kláran til upptøkuroynd til víðari tónleikaútbúgving og til eitt lív sum virkin tónleikari. 

Tað er møguligt at ganga í øðrum skúla, útbúgva seg ella arbeiða, meðan tú ert á Musikkskúlamiðnámi.

Eg havi fingið møguleika at samstarva við aðrar tónleikarar og framleiðarar, sum hevur lyft mítt tónleikaliga úttrykk á eitt hægri støði.

Marius Dam Christophersen - tónleikaframleiðari og rappari

Soleiðis er frálæran skipað

 

  • Á Musikkskúlamiðnámi fært tú undirvísing í bæði praktiskum og ástøðiligum lærugreinum.

 

  • Vit hava felags bólkafrálæru týsdagar og hósdagar, harumframt einstaklingafrálæru. Undirvísingin fylgir fólkaskúlaárinum.

 

  • Frálæran er fyrst og fremst í Tórshavnar musikkskúla, men partar kunnu eisini verða í tínum egna musikkskúla.

 

  • Tú kanst sameina frálæruna við aðra skúlagongd ella arbeiði.

Víðkað frálæra - fyrireika teg til Musikkskúlamiðnám

Hugsar tú um at søkja inn á Musikkskúlamiðnám, er tað skilagott at fyrireika teg í góðari tíð. Tórshavnar musikkskúli bjóðar víðkaða frálæru til næmingar, sum hava áhuga og hegni og vilja raðfesta tónleikin. Frálæran er ætlað næmingum, sum eru 14 ár ella eldri og longu eru partur av musikkskúlanum.

Hvat inniheldur frálæran?

  • Frálæra í høvuðsfaki: 60 minuttir um vikuna.
  • Klaverundirvísing í bólki: 30 minuttir um vikuna (valfak).
  • Hoyrilæra og tónleikaástøði í bólki: 60 minuttir um vikuna.

Hvør kann søkja?
Næmingar, sum hava hug, hegni og vilja til at gera meira við tónleikin, kunnu søkja. Næmingar skulu hava tónleikaligt støði samsvarandi miðstøði í høvuðsfakinum sambært námsætlanini hjá Musikkskúlanum.

Upptøka fer fram eftir royndarspæl, har høvuðsfakslærarin, ein annar faklærari og eitt umboð fyri leiðsluna eru til staðar.

Hvat krevst av næmingunum?
Tað væntast av næmingum, ið fáa víðkaða frálæru, at tey: 

  • Møta væl til undirvísing.
  • Eru virkin og raðfesta musikkskúlan.
  • Seta tíð av til at fyrireika seg til frálæruna.

Árliga metingin
Á hvørjum ári verður við royndarspæli mett, um næmingar skulu halda fram á víðkaða skeiðnum næsta skúlaár. Metingin verður gjørd av lærarunum í høvuðsfaki og hjálærugreinunum umframt einum umboði fyri leiðsluna.