Samband
Skip to the content

Musikkspælistova (fødd í 2017)

Um musikkspælistovu í TM
Í musikkspælistovu í Tórshavnar Musikkskúla syngja vit saman, gera ymisk rútmuspøl, fáast við ljóð og rørslu og menna hesar førleikar saman.
Í musikkspælistovuni fáa børnini eisini høvið at spæla á einføld ljóðføri, hóskandi til aldurin, umframt at tey árliga fáa vitjan av musikklærarum, sum spæla fyri teimum og vísa ymisk ljóðføri fram.

Frálæran
Frálæran í musikkspspælistovu er bólkafrálæra fyri børn 4 - 6 ár í Tórshavnar Kommunu, sum longu standa á bíðilista til Tórshavnar Musikkskúla.
Frálæran er í 50 minuttir um vikuna, og er fyri eitt heilt skúlaár.
Pláss er fyri 10 næmingum í hvørjari stovu.

Musikkspælistovurnar eru hesar

4 ár (fødd í 2018)
  • Fríggjadag kl. 14.30 - 15.20
5 ár (fødd í 2017)
  • Fríggjadag kl. 15.30 - 16.20
6 ár (fødd í 2016)
  • Fríggjadag kl. 16.30 - 17.20
Prísur og reglugerð
Kostnaður fyri musikkspælistovuna er 1.000 kr 
Leinkja til kunning um kostnað og reglugerð (uppmøting, avboð, sjúka, farloyvi etc.)


Melda til