Samband
Skip to the content

Ein sambabólkur er vanliga samansettur av tamborinum, snare trummu (Caixa), Agogo klokkum, Surdos, Ganzás / Chocalho (shakers), Cuíca, Timbal, Pandeiro, og Repinique. Orkesturleiðarin brúkar oftast eina Repinique, umframt at hann brúkar Apitos (floytu) at geva boð til hinar tónleikararnar.

Samba

Um sambabólkin
Sambabólkurin er ætlaður næmingum sum frammanundan ganga til ljóðføri og næmingum, ið ikki ganga til ljóðføri. Í sambabólkinum verður dentur lagdur á rútmur og rútmuspæl við ymiskum slagverksljóðførum.

Frálæra 
Frálæran í sambabólki er skipað sum bólkafrálæra, har næmingarnir venja saman ein tíma um vikuna.

Nótar
Næmingurin fær tilfar o.a. frá læraranum / skúlanum.

Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra. Roknast kann tí við nakað av konsertvirksemi.

Aldur
Til ber at byrja at spæla í sambabólki um 10 til og við 14 ár.

Lán av ljóðføri
Næmingarnir brúka ljóðføri, ið eru í skúlanum.

Prísur og reglugerð
Sambabólkurin kostar 1.000 kr.
Leinkja til kunning um kostnað og reglugerð (uppmøting, avboð, sjúka, farloyvi etc.)

Melda til