Skip to the content

Crossover við næmingum á Musikkskúlamiðnámi og "HETTARHER"

15. februar 2020 - kl. 16:00 til 17:00

0.36 Hátún (Tórshavnar Musikkskúli)

Allir næmingar á Musikkskúlamiðnámi, rútmiskir eins og klassiskir, arbeiða um felags verkætlan, har ið øll tónleikalig mørk eru upphevjaði, leitanin er markleys og forvitni er lyklaorðið. 
Tað eru teir báðir úr "HETTARHER", Andreas T. Restorff og Torleik Mortensen, ið eru vegleiðarar í hesi tráan eftir nýggjum tónleikaligum leiðum. 
Verkætlanin endar við konsert í konserthøllini HÁTÚN leygardagin kl. 16.00. 
Konsertin varir slakan tíma. Øll eru vælkomin. 
Ókeypis atgongd.