Skip to the content

Føroya Symfoniorkestur og Týr

Forekommer på følgende datoer:
07. februar 2020 kl. 19:30 til 21:30
08. februar 2020 kl. 19:30 til 21:30

Norðurlandahúsið (Tórshavnar Musikkskúli)

Norðurlandahúsið, Kringvarp Føroya og Føroya Symfoniorkestur eru fegin um at at kunna bjóða eina framúr góða konsert við bólkinum TÝR.
Týr eru kendir fyri eitt serligt tónleikaligt bland av norðurlendskum fólkatónleiki og heavy metal. Teir hava umleið 75 - 100 konsertir árliga ymsastaðni í heiminum. Nú koma teir aftur til Føroya og spæla 2 konsertir og fer orkestrið at spæla saman við Føroya Symfoniorkestri í stóru høllini í Norðurlandahúsinum.
Tað er fyrstu ferð í søguni hjá Føroya Symfoniorkestri, at orkestrið roynir seg saman við heavy metal.  Haraldur Sveinbjörnsson hevur sett út 15 løg fyri orkestur og kór. Bernharður Wilkinson fer at stjórna orkestrinum.
Heri Joensen, forsangari og gittaristur í Týr sigur: “Tað hevur verið ein dreymur, síðani eg var ungur og hoyrdi Deep Purple saman við symfoniorkestri – seinni eisini Metallica – at royna slíkt sjálvur”.
Umframt Hera, eru hesir í TÝR: Attila Vörös, gittar, Gunnar H. Thomsen, bass og Tadeusz Rieckmann, trummur. Bólkurin sær fram til at geva lurtarunum eina avbera góða uppliving – og vóna teir sjálvir at kunna læra okkurt við at royna hetta slagið av samstarvi.