Skip to the content

JÓLAKONSERTIN 2019 VIÐ FØROYA SYMFONIORKESTRI

7. desember 2019 - kl. 15:00 til 16:00

Norðurlandahúsið (Tórshavnar Musikkskúli)

Árligu jólakonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri og Barnakórið Tórshavnar Musikkskúla - fyri alla familjuna.

Í sambandi við høgtíðina koma Føroya  Symfoniorkestur og barnakór hjá Musikkskúlanum við eini skrá, sum er fyllt við ljósi og hita. Ein blandaður jólagóðgætisposi við verkum, sum bæði Leroy Anderson, Tjajkovskij og Terji Rasmussen hava gjørt. 

Jákup Dahl Wardum, sjónleikari, tekur upp aftur søguna um Kavamaðurin hjá Raymond Briggs frá 1982. Tann serkenda søgan, sum er ein fastur partur av jólasiðunum.

Jólaløg, sum øll kunnu syngja við – barnakór og symfoniorkestur – Norðurlandahúsið bjóðar øllum vælkomnum, stór og smá.

Dirigentur:  Bernhard Wilkinson
Solistur: Oda Drós Østerø, violin
Frásøgumaður: Jákup Dahl Wardum
Barnakórið hevur vant saman við: Joannu Johansen og Kára Bæk