Skip to the content

STELLA POLARIS - RÚTMISKT

21. februar 2020 - kl. 15:00 til 21:00

Norðurlandahúsið (Tórshavnar Musikkskúli)

HESIR BÓLKAR KAPPAST 21. FEBRUAR

  • Aldursbólkinum til og við 13 ár 
  • Aldursbólkinum 14 til og við 17 ár
  • Aldursbólkinum 18 - 25 ár 

Endamálið við kappingini er at eggja børnum og ungum at fáast við tónleik og at mennast sum tónleikarar. Kappingin tekur støði í tónleikalívinum í breiðari merking, bæði í musikkskúlahøpi og í tónleikalívinum í Føroyum. Við at seta sjóneykuna á rútmiska tónleikapallin ynskir kappingin at geva sítt íkast til føroyska mentanarlívið, at vísa evnaríkum ungdómum størri ans, at vera fyrimynd fyri onnur ung, at staðfesta skapanargleði, menning og dygd, og at stimbra áhugan fyri rútmiskum tónleiki sum heild.