Samband
Skip to the content

Tórshavnar Big Band 50 ára fagnaðarkonsert

15. oktober 2022 - kl. 15:00 til 17:00

Norðurlandahúsið (Konsertstaður)

Vit hátíðarhalda runda føðingardagin hjá Tórshavnar Big Bandi við hugnaligari kafékonsert.
Á skránni verður føroyskur tónleikur, ið er skrivaður til orkestrið gjøgnum árini. Eisini fer orkestrið at framføra nakað av tí, ið var at hoyra til fyrstu konsertina í 1972.
Gestatónleikarar og sangarar luttaka.
Eftir konsertina heldur “veitslan” fram við jamsession og røðum.
Dirigentur er Kyran Matthews.
Undanprísur til og við 25. septembur: 95 kr.
Vanligur prísur: 145 kr.
Lesandi og ung undir 18 ár: 72 kr.