Samband
Skip to the content

Fyrilestur við gittarleikaranum Oliver Engqvist

18. mai 2022 - kl. 19:00 til 21:00

0.25 Tinnan (Tórshavnar Musikkskúli - frálæruhøli)

Oliver Engqvist er ein av teim mætastu session-guitaristunum í norðanlondum, ið hevur spælt og upptikið við eitt nú Idu Nielsen (bassleikari hjá Prince), Hans Zimmer, Sanne Salomonsen, Medinu og mongum øðrum.
Í samband við, at Oliver vitjar í Føroyum kemur hann í Tórshavnar Musikkskúla at hava ein fyrilestur um sítt lív sum professionellur live tónleikari. Framløgan tekur áleið tveir tímar, har Oliver fortelur um sítt lív sum guitaristur á tour, sum studio tónleikari og hvussu hann er komin hartil sum hann er komin. Eisini verður høvi at seta spurningar.