Samband
Skip to the content

Tarira í Hátúni

17. september 2022 - kl. 17:00 til 18:00

0.36 Hátún (Tórshavnar Musikkskúli - frálæruhøli)

Fyri góðum mánaði síðani, var TARIRA á stuttari konsertferð í Reykjavík har kórið m.a. luttók á árligu mentanarnáttini í Hørpu.
Leygardagin 17. Septembur kl 17.00 verður høvið at hoyra somu konsertina í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla.
Á hesi konsertini syngur kórið fyri tað mesta føroyskt og talan er um eina fjølbroytta samanseting av nýggjari og einstøkum eldri verkum, sum okkara fremstu tónaskøld hava skrivað. Afturat teimum føroysku kórverkunum, eitt lítið úrval av yndissangum eftir m.a. Arvo Pärt og Jaakku Mäntyjärvi.
 
Kórleiðari er Bernharður Wilkinson