Upptøkukrøv til Miðnám


Upptøkukrøv 

  • Umsøkjari skal vísa serstøk evni.
  • Sum vegleiðing, verður mett, at næmingur er áleið 6. stigi í Associated Board á ljóðføri sínum ella líknandi.
  • Mett verður, um næmingurin fer at lúka upptøkukrøv til lærdan tónlistaskúla eftir lokna 3-ára skúlagongd á Miðnámi.

Upptøkuroynd:

  • Próvdómarar, saman við teim av leiðsluni settu faklærarum, døma til upptøku- og  støðuroyndina og endaligu próvtøkuna.
  • Fremmandur próvdómari er eisini til upptøku-, ársroyndina og endaligu próvtøkuna.
  • Ymiskir fremmandir próvdómarar eru í ávikavíst klassiskum og rútmiskum tónleiki.
  • Próvnevndin er: faklærari skúlans, umboð fyri leiðsluna, samskipari á Miðnám og fremmandur próvdómari.     

Høvuðsljóðføri:

  • Næmingurin framførir tvey styttri verk á egnum ljóðføri. Verkini eiga at umboða ymisk lyndiseyðkenni.
  • Roynd í blaðspæli ella framførsla av stuttum stykki, ið umsøkjari hevur fingið frammanundan (blaðsangur fyri sangarar)
  • Roynd í tónastigaspæli, arpeggio ella øðrum, tengdar at ávísu ljóðførunum
  • Fyri rútmiskar umsøkjarar, eisini improvisatión og gehørspæl
  • Úrslitið frá Undanroyndini er tøkt hjá próvdómarunum, men kann umsøkjari verða royndur í hoyrulæru, um próvdómarar meta, at hetta er neyðugt.
  • Skúlin útvegar klaverfylgispælara. Avtala skal gerast við skúlan um hetta, tá ið umsóknarbløðini verða latin inn. Nótatilfar hesum viðvíkjandi, skal samstundis latast skúlanum
  • Um neyðugt, útvegar skúlin umsøkjarum við rútmiskum ljóðføri, tónleikarar ella samanspælsbólk. Umsøkjarar kunnu tó hava egnan bólk við
  • Royndin kann víkja frá hesum áðurnevnda, um serstøk krøv eru til ávís ljóðføri  
  • Krøv til ymsu ljóðførini eru at síggja undir Lesiætlanir  

 

Hoyrilæra:

  • Undanroyndir eru í hoyrilæru síðst í apríl. Umsøkjarar, ið hava verið næmingar á Undanskeiði Tórshavnar Muskikkskúla, skulu ikki til undanroynd.    

Teori:

  • Undanroyndir eru í teori síðst í apríl. Umsøkjarar, ið hava lokið 5.stig í Associated Board ella hava verið næmingar á Undanskeiði Tórshavnar Muskikkskúla, skulu ikki til undanroynd    

Klaver (sum hjálærugrein)

  • Undanroyndir eru í klaver sum hjálærugrein síðst í apríl. Umsøkjarar, ið hava lokið 2. stig í Associated Board ella hava verið næmingar á Undanskeiði Tórshavnar Muskikkskúla, skulu ikki til undanroynd   

Samrøða

  • Upptøkuroyndin endar við stuttari samrøðu millum umsøkjara og próvdómarar






«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

 

 

TILMELDING TIL ORKESTURDAGAR 13. & 14. FEBRUAR 2012
OG
BÍÐILISTA HJÁ TÓRSHAVNAR MUSIKKSKÚLA
 

FACEBOOK 

 

 

Teori & Hoyrilæra - mikudag
Setur Jónas Bronx 4. hædd
AB 1-3 stig - kl 15.30
AB 4-5 stig - kl 16.00
AB 6-8   -    - kl 17.00

 

 

SAMBAND

Tórshavnar Musikkskúli
Frúutrøð 1 
100 Tórshavn 
Tlf. 30 24 70 
Faks 31 82 50 
musikkskulin@torshavn.fo