Upptøkuroynd til Miðnám
Tú meldar teg til til upptøkuroynd við at útfylla talgilda oyðublað okkara, ið kemur her á síðuna 1. mars 2012.. Um tú er undir 18 ár, skal foreldur ella verji eisini standa undir. Tú fær boð frá Tórshavnar Musikkskúla, nær ið tú skal møta.
Upptøkuroyndirnar eru:
Rútmiskt: Mánadag 30. apríl 2012
Klassiskt: Týsdag 1. mai 2012
Harafturat eru vegleiðandi royndir í hoyrulæru, teori og klaver leygardagin 28. apríl frá kl. 10.00 til 13.00
Um tú hevur spurningar viðvíkjandi upptøkuroyndini ella Miðnámsútbúgvingini, kann tú venda tær til samskipararnar, ið eisini eru lestrarvegleiðarar:
Kim Kristensen (rútmiskt), tlf. 210039 kim.kristensen@skulin.fo
Ólavur Jakobsen (klassiskt), tlf. 516434 olavur.jakobsen@skulin.fo (hittiist eftir avtalu hósdag 16.00 til 18.00)
Krøv til upptøkuroyndir til ymsu lærugreinararnar eru undir teiginum Lesiætlanir
Freistin at søkja er 15. mars 2012.





