Royndir & próvtøkur
Upptøku - ársroynd og próvtøkur í høvuðsljóðføri
Mannagongdir:
- Umsøkjari framførir síni sjálvvaldu verk
- Umsøkjari framførir tónastigar ella tær uppgávur, ið eru ásettar til ávísu ljóðførini.
- Umsøkjari framførir blaðsspæl og/ella tað verk, ið frammanundan honum er handað. Til blaðspælsroyndina fær umsøkjari lítla løtu at umráða seg í (umleið 1 min).
- Við útgangsstøði í undanroyndini, er høvið hjá fremmanda próvdómaranum at hoyra umsøkjaran í hoyrilæru.
- Eftir at próvnevndin hevur mett um avrikið, verður stutt samrøða við umsøkjaran, har ið spurningar kunnu verða settir.
- Umsøkjari er ikki tilstaðar meðan mett verður.
- Umsøkjari fær boð um upptøku á Miðnám í seinasta lagi tveir yrkadagar eftir at allar upptøkuroyndir hava verið.
- Til ársroynd gevur leiðsla skúlans munnlig boð, um viðkomandi hevur staðið royndina. Sama er galdandi fyri próvtøku
Til ársroynd og próvtøku er ikki tónastigaspæl, um tað ikki er tilskilað í lesiætlanini. Lærari kunnar næmingin um hesi krøv.
Samskipari á Miðnám, kunnar frammanundan próvdómarar um serstøk krøv og fyrireikar tað tilfar, ið skal nýtast til royndina ella próvtøkuna.
Próvdómarar
Próvnevndin er mannað við fýra fólkum.
- Einum fremmandum próvdómara. Ymiskir próvdómarar eru til klassiskt og rútmiskt.
- Eitt umboð fyri leiðsluna
- Samskipari fyri Miðnám, ið leiðir, skipar fyri og fyrireikar royndina
- Ein av leiðsluni settur faklærari. Hesin kann vera lærari umsøkjarans/næmingsins. Faklærari skal meta um avrik umsøkjarans. Faklærarin er tilstaðar alla royndina, tó ikki til endaligu støðutakan og raðfesting
- Umsøkjari til upptøkuroynd verður mettur sum “skikkaður” ella “ikki skikkaður”.
- Næmingur til ársroynd og próvtøku fáa støðumet frá próvnevndini til samrøðu eftir royndina.
- Próvnevndin verður at innstilla umsøkjarar til upptøku eftir raðfesting, um fleiri “skikkaðir” umsøkjarar eru, enn pláss er fyri. Henda raðfesting verður bert handað leiðsluni til innanhýsis nýtslu.
- Limirnir í próvnevndini eru fevndir av vanligari tagnaðarskyldu.
Upptøkuroyndin er 20 min (íroknað egna framførslu, tónastigar/blaðspæl og samrøðu)
1. ársroyndin er 20 min (egin framførsla og samrøða)
2. ársroyndin er 25 min (egin framførsla og samrøða)
Próvtøkan er 30 min (egin framførsla og samrøða)





