Reglur fyri Tórshavnar musikkskúla
Reglur fyri Tórshavnar musikkskúla
(praktiskar upplýsingar)
Teir 4 fyrstu undirvísingartímarnir eru at rokna sum royndartímar.
Um næmingur/foreldur angra tilmeldingina í hesum tíðarskeiði, skal skrivstovan hava boð um hetta um teldupost musikkskulin@torshavn.fo. Eisini kann ringjast á telefon 30 24 70 millum 09.00 – 12.00 og 13.00 og 16.00.
Tað er ikki nóg mikið at siga læraranum frá, um næmingurin gevst.
Aftaná 4 royndartímar er tilmeldingin at rokna sum bindandi, og inngjaldskort verður sent næminginum í oktober, har goldið verður fyri alt árið (1.600,- + evt. ljóðførisleigu 500,-).
Næmingur kann ikki melda seg úr skúlanum við at geva læraranum boð.
Møguligt er at melda seg úr skúlanum tann 1. januar og tann 1. juni, og skal hetta gerast skrivliga við at senda skrivstovuni teldupost til: musikkskulin@torshavn.fo.
Peningurin fyri seinnu hálvuna verður síðani afturgoldin. (800,-). Ljóðførisleigan verður ikki afturgoldin.
Næmingurin skal vera væl fyrireikaður til hvønn tíma.
Musikkskúlin skal raðfestast sum fyrst frítíðarítriv.
Næmingur kann ikki halda fram í skúlanum, fyrrenn øll gomul skuld er goldin.
Ein undirvísingartími er 30 minuttir um vikuna.
Ársgjaldið er 1600,- kr. og fellur til gjaldingar í oktober mánað. Harafturat koma 500,- um árið til ljóðførisleigu.
Systkin: Hálvt gjald. Bert tá gingið verður til einstaklingaundirvísing. Tó ikki galdandi fyri ljóðførisleigu.
Um næmingurin ikki kann møta vegna sjúku/forfall skulu boð gevast beinleiðis til lærararan.
Leiga av ljóðføri.
Í tann mun ljóðføri eru til taks er gjørligt at leiga blási-, strúki umframt accordeon ljóðføri. Gjaldið er 500,- fyri alt skúlaárið, og verður hetta innkravt saman við tilmeldingargjaldinum. Næmingur kann bert leiga ljóðføri í tvey ár (nøkur ljóðføri undantikin).
Tá næmingur gevst, skal lærarin umframt skrivstovan hava boð um hetta, og skal leigaða ljóðførið latast skrivstovuni skjótast.
Farloyvi verður givið – tó bert 1 ár. Um næmingurin ikki meldar seg til aftur, tá árið er runnið, verður plássið latið øðrum.
Kann eg ganga til meira enn eitt ljóðføri?
Av tí at skúlin hevur umleið 1500 børn á bíðilista, kann næmingurin bert ganga til eittt ljóðføri.
Næmingurin verður strikaður á bíðilistanum, tá hann byrjar í musikkskúlanum.
Prísir.
At ganga til ljóðføri: 1.600,- um árið
Ljóðførisleiga: 500,- um árið
Klaverspælistova (10 vikurs skeið): 300,00 fyri skeiðið
Musikkspælistova: 600,- um árið (1 ára skeið)
Kórsangur: 400,- um árið
Undirvísingin fer fram í Tórshavnar musikkskúla á Frúutrøð 1 og Skansastovu í Dj. í Geilgøtu 1.
Tórshavnar musikkskúli
- Skrivstova og starvsfólk
- Lærarar
- Miðnámssamskipan
- Innskriving - Kunning
- Login
- Heimasíðan - vitjanir í tølum
- Musikkspøl
- Nótasavn (ókeypis)
- Nevnd Tórshavnar Musikkskúla
- GlobiSMS
| «2010»Í dag«Sep» | ||||||
| 1 | 2 | 3 | 4 | 5 | ||
| 6 | 7 | 8 | 9 | 10 | 11 | 12 |
| 13 | 14 | 15 | 16 | 17 | 18 | 19 |
| 20 | 21 | 22 | 23 | 24 | 25 | 26 |
| 27 | 28 | 29 | 30 | |||
| M | T | M | H | F | L | S |
|
|


