
Í páskavikuni fær Tórshavnar musikkskúli vitja av barna- og
ungdomssymfoniorkestrinum USO úr Danmark. Í orkestrinum
er 17 spælarar og teir eru allir næmingar á Herning Musikskole.
Meðan tey eru í Føroyum fara eisini føroyskir violin- og celloleikarar
at spæla í orkestrinum. Konsertirnar verða:
mánadagin 18 apríl kl 16:00 í SMSkl. 16,
týsdagin 19 - kl 15:00 á Eysturoyar Røktar- og ellisheimi í Runavík
mikudagin 20 - kl 15:00 í Vestmanna skúla




