
Konsert í Norðurlandahúsinum sunnudagin 13. mars kl. 16.00
Í tíð og stíli, eru eingi mørk fyri tónleikinum, ið unga fólkið borðreiðir við. Gomlu meistararnir Haendel og Mozart, verða púrasta nattúrliga tiknir við í skránna, eins og meira svingandi, nútíðar slagverkstónar fáa rúm.
Skráin er sera fjølbroytt við slagverkstónleiki og floytusolistum, verk fyri 2 violinir og klaver eftir Sjostakovitj, eitt verk fyri 2 sangarar, floytu, sello og gittarkvartett, umframt stóra verkið hjá Johannes Brahms fyri klarinett, sello og klaver. Slagverkstónleikur er á skránni, ið vit ikki vanliga hoyra á palli. 2 slagverksnæmingar eru á klassisku miðnámsbreytini og hevur henda greinin rættiliga tikið dik á seg.
Tiltakið Tónleikarar á veg, ið Norðurlandahúsið og Musikkskúla Miðnám skipa fyri í felag, veitir hesum spírum møguleikan, at trína á ein rættiligan pall. Verkini, ið framførd verða, eru ein partur av tí samanspæli, ið verið hevur hetta skúlaárið.
Konsertirnar er rættulig lopfjøl hjá klassisku úrmælingunum, sum í komandi árum fara at mynda føroyska tónleikalívið. Fleiri av hesum ungu hava vilja og áræði, og ikki minst evni, at gerast yrkistónleikarar.
Ungu tónleikaspírarnir greiða sjálvi frá um tónleikin, soleiðis at heildarupplivingin gerst so góð sum gjørligt.
Tey luttakandi eru: Marta T. Johannesen, floyta - Jan Rúni Poulsen og Jeffri Jørgensen, slagverk - Jensia H Dam og Sissal Magnussen, sangur og fagott, Anna á Váli Smith og Kristina á Váli, sello - Billa Sandoy og Irena Á Joensen, klarinett - Oluf Dam, Bjørk Tyril og Torkil Petersen, klaver - Ragnar F Andreasen og Grímur K Mortensen, violin - Jóhannes Múller, Maria Olsen, Pætur Gerðalíð og Dávur Davidsen, gittar - Rúni Hentze, Heini K Mouritsen, Laila Poulsen, trompet, Birita Mortensen, trombon
Nú býðst høvið hjá áhoyrarum at hoyra tey framføra og royna flog sítt. Tað er vert at stuðla og tað gerst best við at lurta eftir teimum.
Konsertin varir slakan tíma og er í Klingruni í Norðurlandahúsinum.
Atgongumerki á kr. 80,- fáast til keyps á http://www.nlh.fo/ ella við dyrnar undan konsertini. Eisini ber til at ogna sær atgongumerki til fleiri konsertir í røðini Tónleikarar á veg.
|
|
|
|
Skrá: Johannes Brahms: Trio fyri klaver, klarinett og sello í A-moll, Op. 114 Dimitri Shostakovitj: 5 stykki W.A.Mozart Trio Giovanni Gabrieli: Canzone Lou Harrison: Concertino David Jarvis: Digga-digga, Digga digga, Digga-digga, digga Deegot !!!! Frank O. Wallace: Mi Jardin de Calla (tekstur: Nancy Knowles) |




