“Fyrsta skúladag í Tórshavnar Musikkskúla” 19.august 2010

Góðu musikkskúlanæmingar, foreldur, lærarar og øll tit sum eru møtt her í kvøld til henda “Fyrsta skúladag í Tórshavnar Musikkskúla”. Hjartaliga tillukku til tykkum, sum eru nýggir næmingar og til tykkum, sum vit longu kenna, gott at síggja tykkum aftur.
Tað er stuttligt at síggja, at so nógv hava víst Musikkskúlanum áhuga aftur í ár. Eg kann ikki lata vera við at ímynda mær, hvussu nógv vit høvdu verið savnaði eitt tílíkt kvøld, um vit høvdu hittst í tí nýggja musikkskúlan, sum vit og nógv onnur við okkum droyma um.
Tað er ein sannroynd, at tað eru nógv, sum vildu ynskt, at tey vóru eins heppin og tit. Tað eru nógv, sum enn bíða eftir at sleppa at ganga á Tórshavnar Musikkskúla. Men beint nú er tað ikki tey vit skulu tosa um, men um tykkum.
Tit kunnu nú gleða tykkum til eitt spennandi musikkskúlaár, saman við sera dugnaligum lærarum og einum heimi fullum at møguleikum og avbjóðingum.

Av tiltøkum sum eru á skránni hetta komandi skúlárið kann eg nevna í:

November 2010   verður sangleikurin Jesus Christ Superstar framførdur í Norðurlandahúsinum í samstarvi við Føroya Studenterskúla.
December 2010  Luciakoncert í Norðurlandahúsinum.
Februar 2011      Orkesturvika í Norðurlandahúsinum – stór samanspælsverkætlan, sum involverar ordiliga nógvara næmingar. 
April 2011          Menningarverkætlan við Tónlistarskólinn á Akureyri ( orkestur úr FO og IS vitja hvønn annan og framføra konsertir v.m. ).
Alt skúlaárið 2010 /11    Tónleikarar á veg-konsertir i Norðurlandahúsinum ( ungir tónleikarar frá MusikkskúlaMiðnám præsenterast i teirra egnu konsertrøð ).
Tórshavnar Musikkskúli hevur ikki bestu karmar at virka í og hóast tað, so hevur skúlin megnað ár undan árið, at senda næmingar til kappingar, til konsertir, til upptøku og út í heimin við so góðum royndum, at eingin ivast í, at vit eiga nógv talentir millum okkara ungu næmingar. Musikkskúlanæmingar hava vunnið kappingar, hava framført stórar konsertir, eru sloppin inn á kendar skúlar og virka kring allan heimin við sínum listarligu gávum. Vit kunnu takka eldhugaðum lærarum fyri at tit ár eftir ár megna, at finna tað besta í hvørjum næmingi og hóast tær vánaligu umstøðurnar, so vísa tit ein professionalitet sum neyvan sæst aðra staðni.
Góðu foreldur, um so er at tit meta, at tykkara børn hava uppiborið betri umstøður at nema sín tónleikakunnleika í, so eru tit ikki tey einastu. Tað vilja bæði lærarar, leiðsla, musikkskúlanevnd, fyrisitingin hjá Tórshavnar Býráð og býráðspolitikkarnir siga seg eisini vilja tað. Føgur vóru lyftini áðrenn seinasta býráðsval og hóast vit ikki eru komin nóg langt á leiðini til at fáa ein nýggjan Musikkskúla, so er okkurt gjørt. Peningur er játtaður til projektering av nýggjum musikkskúla. Á politiskum støði er arbeiði farið í gond við at staðseta og kanna hvørji krøv skulu setast til eitt tílíkt byggjarí. Tað kunnu vit fegnast um, hóast vit vildu at nógv meira var hent.
Eg fari at heita á limirnar í Musikkskúlanevndini um at koma upp her so tit kunnu presenterað tykkum:
Malan Thomsen, umboðar Javnaðarflokkin, Oskar Eiriksson, umboðar Fólkaflokkin, Jóhan Mortensen, umboðar Tjóðveldi, Hilmar Augustinussen, umboðar Javnaðarflokkin og eg sjálv Maud Wang Hansen, umboði Tjóðveldi.
Tað er uppgávan hjá Musikkskúlanevndini at virka fyri at Musikkskúlin hevur góðar umstøður og tað eru vit vald til av politisku skipanini hjá Býráðnum. Hóast hetta ikki er nøkur einføld uppgáva, so gera vit okkara besta. Vit hava árligar fundir saman við læraráðnum, við fyrisitingini hjá Býráðnum og leiðaranum í Musikkskúlanum, sum er skrivari á fundunum. Vit hava seinastu árini tikist við málið um at byggja nýggjan musikkskúla, vit hava tikist við at umrøða umstøðurnar á musikkskúlanum, harímillum hava vit umrøtt trivnaðin á staðnum. Nevndin sjálv hevur verið fyri stórum broytingum, tá reglugerðin fyri okkara virksemi bleiv broytt á ein sovornan hátt, at vit ikki longur hava tær heimildir vit høvdu fyrr. Vit meta sjálvi, at tað er frægari sum tað er nú. Góðu foreldur, tit eru altíð vælkomin at venda tykkum til okkum, um tit hava hugskot, ynskir ella okkurt hjartasuff Musikkskúlanum viðvíkjandi. Vit eru millumliðið millum politikkarnar og skúlan og tað vit gera er eftir ynski politikkarana.
Góðu øll somul, latið meg ikki troytta tykkum longri, men bert ynskja tykkum eitt gott og gevandi musikkskúlaár. Eg fari at enda at taka í orðini hjá formanninum í Mentannarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, Jógvan Arge, tá tær fyrstu krónurnar vóru játtaðar til nýggjan Musikkskúla, hann segði:” Tann fyrsti leikurin í muskkkskúlatalvinum er fluttur”.
Tað er mín vón, at vit ikki skulu bíða leingi til næsti leikur verður fluttur. Tað hava tit uppiborið, bæði næmingar og lærarar og øll vit sum eru góð við Musikkskúlan.
Takk fyri og framhaldandi gott kvøld

Maud Wang Hansen

Forkvinna í Musikkskúlanevndini í Tórshavn





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

ONLINE TILMELDING

FACEBOOK 

 

Teori & Hoyrilæra - mikudag
Setur Jónas Bronx 4. hædd
AB 1-3 stig - kl 15.30
AB 4-5 stig - kl 16.00
AB 6-8   -    - kl 17.00

 

 

SAMBAND

Tórshavnar Musikkskúli
Frúutrøð 1 
100 Tórshavn 
Tlf. 30 24 70 
Faks 31 82 50 
musikkskulin@torshavn.fo