• Steinway Konsert 2010 í Listasavni Føroya leygardagin 13. mars, kl. 14.
  •  

    Annadhvørt ár skipar Steinway DK fyri Steinway festivali, har dugnaligir danskir klavernæmingar í aldrinum 0-19 ár hittast.
    Tórhavnar Musikkskúli kann senda í mesta lagi tríggjar klavernæmingar til henda festival, sum í ár verdur hildin í listasavninum Lousiana í Humlebæk leygardagin tann 10. apríl.
    Tær føroysku klavernæmingarnir, sum hava hug at royna seg, spæla á Steinway konsertini í Listasavni Føroya tann 13. mars, kl. 14. Ein dómsnevnd, sum enn er ómannad, ger av hvørjir næmingar verda sendir til Danmarkar.
    Danski Steinway festivalurin er samstundis ein kapping, har til ber at vinna at vinna íalt 10 heidursmerki, sum verda býtt á tríggjar aldurbólkar. Føroyskir klavernæmingar hava tikid lut regluliga sídan midskeidis í 90'árunum og eru ofta komnir heimaftur vid heidursmerkjum.

    Til ber at kunna seg nærri á http://www.piano.dk/. Meira kunning kemur eisini á www.tm.fo

    Klaverstevna 2010  

    verður hildin í Tórshavn leygardagin 13. mars.  
    Verkskeið og framførslur fara fram á hesum støðum: 

    Tórshavnar Musikkskúli Frúutrøð 1 
    Vesturkirkjan Landavegi 44 
    Listasavn Føroya Gundadalsvegi 9

      Skrá: 
    9.45 Møting í Tórshavnar Musikkskúla. 
    10.00-uml. 11.00 Verkskeið 1-2-3-4. 
    11.30-uml. 12.30 Verkskeið 1-2-3-4 endurtikin. 
    12.30-13.30 Matarsteðgur. Tórshavnar Musikkskúli bjóðar luttakarunum ein bita. 
    13.30 Vit fara við bussi av Frúutrøð niðan í Listasavn Føroya. 
    14.00-uml. 15.00 Steinwaykonsert í Listasavni Føroya. 
      (úttøka til Steinway Festival í Lousiana, Humlebæk (DK), 10. Apríl 2010) 
    15.30-uml. 16.45 Klaverstevnukonsert  
      í Listasavni Føroya. 
    16.45 Úrslitið av Steinwaykonsertini kunngjørt. 

    17.00 Liðugt. 

    Tey einstøku verkskeiðini eru:  
    Verkskeið 1:  
    Gudmund Mortensen: Introduktión til orgulspæl.  
    2 x 6 luttakarar í Vesturkirkjuni. 

    Verkskeið 2:  
    Kim Kristensen: Improvisatión.  
    2 x 6 luttakarar á Frúutrøð. 
      
    Verkskeið 3:  
    Ann-Kristin D Hansen: Ferhent og sekshent klaverspæl.  
    2 x 6 luttakarar á Frúutrøð. 

    Verkskeið 4:  
    Helga Gerðalíð: Prima Vista spæl.  
    2 x 6 luttakarar á Frúutrøð





«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

 

 

TILMELDING TIL ORKESTURDAGAR 13. & 14. FEBRUAR 2012
OG
BÍÐILISTA HJÁ TÓRSHAVNAR MUSIKKSKÚLA
 

FACEBOOK 

 

 

Teori & Hoyrilæra - mikudag
Setur Jónas Bronx 4. hædd
AB 1-3 stig - kl 15.30
AB 4-5 stig - kl 16.00
AB 6-8   -    - kl 17.00

 

 

SAMBAND

Tórshavnar Musikkskúli
Frúutrøð 1 
100 Tórshavn 
Tlf. 30 24 70 
Faks 31 82 50 
musikkskulin@torshavn.fo