Rytmiskeið við Franziska Gohl má 2 febr kl 18.00 Skansastova
Mánakvøldið 2. februar, er tilboð til tykkara.
Í Skansastovu-kjallarinum frá kl. 18.00 til 21.00, fer sveisiski lærarin Franziska Gohl at hava lítið skeið og venjing í m.a. bodypercussion og øðrum spennandi rútmikki.
Franziszka Gohl hevur drúgvar royndir innan undirvísing í rútmikki. Hon hevur einamest halgað seg Afro- og Suðuramerikanskum tónleiki og er hetta viðkomandi fyri bæði rútmiskar og klassiskar næmingar. Snøgt sagt fyri øll.
Tiltakið er fyri øll og er sjálvandi ókeypis. Allir næmingar, lærarar og onnur eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið mánakvøldið.
Vinarliga
Ólavur Jakobsen, samskipari




