Orkesturdagarnir byrja kl 09.30

Orkesturdagar í Tórshavnar Musikkskúla
9. og 10. mars 2009


Mánadagin 9/3 og týsdagin 10/3 verða orkesturdagar í Norðurlandahúsinum.
Tað er Blásilærarar í Tórhavnar Musikkskúla sum skipa fyri hesum døgunum.
Umleið 90 blásinæmingar sum eru á miðstøði og upp til framhaldsstøði verða bodnir við.
Orkesturdagarnir verða skipaðir sum felagsvenjing í einum stórum orkestri, har Bernharður Wilkinson fer at stjórnað. Allir blásilærararnir spæla eisini saman við næmingunum við í orkestrinum. Orkesturdagarnir enda við konsert 
týskvøldið 10. mars kl. 19:00 í stóra salinum í Norðurlandahúsinum.
Skráin til orkesturdagarnar og tilmeldingarseðil eru at finna á heimasiðu skúlans www.tm.fo
Nótar fáast hjá tí einkulta blásilæraranum, har ber eisini til at fáa tilmeldingarseðil.
Verkini sum spæld vera eru: Aladdin, ein satsur úr Lincolnshire Posy, syrpa við løgum eftir Count Basie, Nimrod og Konstantin sum er verk eftir Trónd Bogason.
Tórshavnar Musikkskúlin biður næmingunum frí úr skúlanum hesar báðar dagarnar og ger eisini avtalu við miðnámsskúlarnar.
Lærarar ið eru við til orkesturdagarnar eru:
Andrea Heindriksdóttir, Annika Højgaard, Atli K Petersen, Bernharður Wilkinson, Bjarni Berg, Christina Andersen, Eirikur Skála
Jens Knudsen, Katja Volovelskaja, Kenneth Jones, Oddur Hentze, Ólavur Olsen og Peder Riis-Jensen
Tilmeldingin til orkesturdagarnar skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. februar. 
Best er at leggja tilmeldingarseðilin inn á skrivstovu Torshavnar Musikkskúla, Frúutrøð 1, 
men tað ber eisini til at geva læraranum hana.

 

Niðanfyri link til skrá og tilmelding:

http://www.tm.fo/orkesturdagar 2009 skrá-tilmelding







«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

ONLINE TILMELDING

FACEBOOK 

 

Teori & Hoyrilæra - mikudag
Setur Jónas Bronx 4. hædd
AB 1-3 stig - kl 15.30
AB 4-5 stig - kl 16.00
AB 6-8   -    - kl 17.00

 

 

SAMBAND

Tórshavnar Musikkskúli
Frúutrøð 1 
100 Tórshavn 
Tlf. 30 24 70 
Faks 31 82 50 
musikkskulin@torshavn.fo