Orkesturdagar 15. og 16. februar í Norðurlandahúsinum.
Tórshavnar Musikkskúli skipar í døgunum 15. og 16. februar fyri orkesturdøgum í Norðurlandahúsinum .
Eini 80 blásinæmingar úr Tórshavnar Musikkskúla fara at venja saman í stórum orkestri undir leiðslu av Bernharði Wilkinson.
Tað er av alstórum týdningi fyri menningina hjá næmingunum at spæla saman í orkestri og tí er stig tikið til at hava árligar orkesturdagar.
Á orkesturdøgunum verður vant dúgliga og hugaligt er at næmingar í øllum aldri spæla tónleik saman við lærarum sínum í stórum blásiorkestri.
Orkesturdagarnir endað við konsert týskvøldið 16.februar kl. 19:00.
Á konsertini fer, umframt stóra orkestrið, eisini ein lærarabólkur og ein guitarkvartett at framføra.
Tey sum manna guitarkvartettina eru: Alvi Joensen, Jóhannes Müller, Maria Olsen og Tróndur Høgnason.
Tað eru blásilærarar Tórshavnar Musikkskúla sum skipað fyri orkesturdøgunum.
Atgongumerki á kr, 80,- til konsertina týskvøldið 16.februar kl. 19:00 fáast á http://www.nlh.fo/





