Blásarastevna í Klaksvík: Vikuskiftið 10-12. september hittast 230 blásaranæmingar úr øllum Føroyum í Klaksvík fyri at venja og framføra til eina stóra konsert.

Hetta eru bæði yngri og eldri næmingar, sum spæla í trimum orkestrum. Henda stevna hevur verið á Eiði, í Suðuroy og í fjør var hon í Runavík. Tað eru lærarar í Musikkskúlaskipanini, sum hava tikið stig til stevnuna fyri at næmingarnir úr øllum musikkskúlunum kunnu møtast eina ferð um árið og spæla saman. Allir musikklærararnir, sum starvast innan Musikkskúlaskipanina og undirvísa á blásturljóðføri eru við, eisini lærararnir sum undirvísa á el- bass og slagverk. Konsertin verður sunnudagin 12. sept. kl. 15 í Badmintonhøllini í Klaksvík, atgongd er ókeypis. 
Bussur koyrir frá musikkskúlanum fríggjadagin kl. 16:00.





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

ONLINE TILMELDING

FACEBOOK 

 

Teori & Hoyrilæra - mikudag
Setur Jónas Bronx 4. hædd
AB 1-3 stig - kl 15.30
AB 4-5 stig - kl 16.00
AB 6-8   -    - kl 17.00

 

 

SAMBAND

Tórshavnar Musikkskúli
Frúutrøð 1 
100 Tórshavn 
Tlf. 30 24 70 
Faks 31 82 50 
musikkskulin@torshavn.fo